Um ein góðan mánað gevur gospelbólkurin I Am út eina fløgu. Bólkurin, sum ikki hevur verið so nógv at hoyrt til síðani luttøku teirra í Prix Føroyum í 2001, ger nú av álvara aftur vart við seg. Í nýggjum hami.
Teir vunnu fyrsta Gospel Prixið av sínum slagi fyri einari viku síðani, og nú leggja teir hondina á tær seinastu upptøkurnar á teirra næstu útgávu.
Fløgan hjá I Am vísir eina heilt aðra og nýggja síðu av bólkinum, sambært teimum báðum monnunum, sum sita hinumegin borðið. Heðin og Birgir eru á einum máli um, at útgávurnar báðar als ikki kunnu samanlíknast.
? Hesin stílurin, sum vit nú hava valt, er meiri ráur og kulur, heldur Birgir fyri, og Heðin nikkar.
Broytingarnar eru komnar í kjalarvørrinum av, at nýggjur gittarleikari er komin við í bólkin. Men tað eru alt broytingar, sum allir eru glaðir fyri. So hóast bólkurin ikki hevur verið so nógv frammi, so hava teir ikki ligið á tí latu síðuni kortini. Og um stutta tíð kemur so onnur fløgan út.
Rokkur
I Am hevur havt nakrar sokallaðar "balladur", sum eru vorðnar sannar landaplágur, men sum tað ljóðar á teimum nú, so verða sangirnir ikki so stillir á hesu útgávuni.
? Friðsæla stund verður gott nokk við, og so ein annar stillur sangur, men tað er so at siga tað. Restin verður harður rokkur, greiðir Heðin frá.
Vakra lagið Friðsæla stund, sum ikki er á nakrari aðrari útgávu hjá bólkinum, hevur tó fingið nakrar tiltrongdar broytingar, sum bólkurin er sera væl nøgdur við.
Tíggju løg eru á fløguni og eru øll uttan Friðsæla stund á enskum.
? Tað er ikki nøkur serstøk orsøk til, at allir tekstirnir eru á enskum. Soleiðis er tað bara blivið, sigur Birgir.
Fløgan fer eisini at koma út í Danmark, og tað liggur í luftini, at møguliga fer hon at koma út aðrastaðni í Skandinavia eisini.
So at siga alt verður gjørt í Føroyum uttan røddirnar. Birgir manglar at syngja ein ella tveir sangir inn, og so skal restin gerast í Danmark.
Teir báðir Heðin og Birgir halda, at stílurin á fløguni ikki er so føroyskur.
? Tónleikurin er flottur og ljóðar ikki so føroyskur. Og tað hava vit eisini lagt okkum eftir, siga teir.
Minni tíð
Sangarin Birgir Sigurðsson er fluttur til Danmarkar at lesa, men tað hevur ikki darvað teimum so nógv í fyrireikingunum til fløguna. Birgir hevur verið nógv heima og serliga í sambandi við venjingarnar til Gospel Prixið, sum bólkurin jú vann.
? Eg fari niður aftur, tá heystfrítíðin er av. Men so komi eg heimaftur, tá fløgan kemur út og á jólum, sigur Birgir.
Tá Birgir er farin niður aftur eftir jól, fer bólkurin einans at spæla, tá hann er heima.
? Vit eru ikki ein dansibólkur, so tað skuldi ikki farið at verðið nakar trupulleiki at fingið nakrar framførslur frá hondini, ta tíð ein er heima, heldur hann og leggur afturat, at tað fer ikki at bera til hjá honum at blíva við at koma heim í úrtíð, tí hann hevur lesnaðin at passa.
Okkurt verður á skránni tá fløgan kemur út. Bólkurin fer at hava onkra framførslu og so framvegis. Júst hvat fer at henda og hvar, er ikki endaliga avgjørt enn. Tað er 3-arin, sum gevur fløguna hjá I Am út. Hon verður væntandi á marknaðinum seint í november mánaði.