Magnus Gunnarsson
Stórur familjubilur
Marknaðurin fyri nútímans luksus MPV bilar hevur verið vaksandi seinastu árini. Nú kemur so Hyundai Trajet Pro-Van sum er ein bilur til stórar familjur, og tey sum vilja hava meira pláss. Kabinan er rúmlig, liðiligt innrættað við sjey sitiplássum, harav tey fimm aftastu kunnu takast út uttan trupulleikar, um bilurin skal brúkast sum vøruvognur. Eisini kunnu nøkur av setrunum leggjast saman, so møguleiki er at nýta tey sum borð, eitt nú á longri túrum.
Nógv standardútgerð
Trajet er væl innrættaður, soleiðis at tey ferðandi sita so gott sum gjørligt, og setrini eru arbeiðsliga rætt tilevnaði. Bilurin hevur nógva standard útgerð, so sum ABS bremsur við EDB, forlyktir við multifokus reflektor, dupultan "depowered" airbag, sum minkar um vandan fyri skaða á persónar sum sita framman í bilinum, eins og sentrallás, el-rútar framman og aftan og el-síðuspegl.
Frá Nordbil frættist at ein 2.0 litur í GL útgávuni og 138 hk kostar kr. 257.750,- og at fyrst í komandi ári fáa teir Trajet heim við dieselmotori.










