Hyundai Coupé ? sportsbilur til tey ungu

Tey sum vanliga lesa motorbløð, hava lagt til merkis at nýggi Hyundai Coupé fær sera góð ummælir frá útlendskum motorjournalistum, bæði hvat útsjónd, kvaliteti og koyrieginleikum viðvíkur

Hyundai Coupé er ein bilur til tey ungu, ið ynskja sær ein bil, ið sær gott út og hevur sportligar koyrieginleikar. Bilurin fæst við 2.0 litur 4 syl. motori við 138 hk og 2.7 litur V6 motori við 167 hk. Komfortur og koyrieginleikar eru á høgum støði. Bilurin koyrir sum ein dreymur gjøgnum svingini, og stýringin er sera neyv og kontant. Innan er á sama hátt, alt er í sportsligum stíli og merkt av gjøgnumførdum kvaliteti. Bilurin er útgjørdur við t.d. aircondition, sportssetrum, CD-spælara og 16" alufelgum.

Hyundai Coupé 2.0 16V

Motorurin2.0 litur 4 syl. 16V 138 hk
0-100 km/t9,2 sek
Bensinnýtsla11,9 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd440,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd133,0 cm
Eginvekt1250 kg
Totalvekt1740 kg
Viðførisrúm312 litrar
PrísurKr. 269.750,-
SøluumboðSp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
313707