Á heimasíðuni, svimjihollin.com, skriva fyriskipararnir, at veitarar og handverkarar vóru í Vági á byggifundi í vikuni.
Og nú er greitt, at farið verður undir at seta upp sjálvan 50 m. svimjihylin og barnahylin síðst í januar. Arbeiðið at seta báðar svimjihylarnar og vatnreinsianlegg verður skipað í tveimum umførum.
Fyrra umfarið byrjar síðst í januar. Tað verður rør-arbeiðið gjørt, eins og reinsianlegg verða sett upp, umframt at fyrsti parturin av hyljunum verður settur upp.
Seinna umfarið av arbeiðinum verður skipað í mun til, nær hinir partarnar í sjálvari svimjihøllini eru klárir, tí hetta umfarið endar við at vatn verður fylt í hylarnar, so klárt verður at svimja.










