Danir fylgja væl við, nú Thomas Gravesen skift til spanska stórfelagið, Real Madrid.
Fyrsti dysturin hjá Gravesen fyri nýggja felagið var sunnukvøldið, og á Kanal 5, sum sendir beinleiðis frá bestu sponsku deildini, lata tey væl at. Ikki færri enn 283 danir sótu framman fyri skíggjan, tá Gravesen móti dystarenda varð skiftur inn í dystinum móti Zaragossa, og hetta er so væl og virðiliga nýtt hyggjaramet hjá støðini. Gamla metið var annars bara eina viku gamalt. Tá fylgdu 116.000 danir við, tá Jesper Grønkjær leikti sín fyrsta dyst fyri Athletico Madrid.










