–Tann kreativitetur, sum grundar tilveruna uttanlands er eisini í Føroyum. Tí snýr tað seg um íverksetan og at finna marknaðir aðrastaðni. Tann føroyski marknaðurin er ov grunnur til at bera tær framleiðslur, sum nógv av teimum skulu hava, men framleiðslugrundarlagið skal verða í Føroyum, segði Poul Michelsen, tá prátið í tíðindunum á Rás2 í kvøld snúði seg um aðalorðaskifti um skapandi vinnur, sum verður í løgtinginum hósdagin og ta frágreiðingina, sum Poul Michelsen legði fram í løgtinginum í hesum sambandi í dag.
–Vit koma tættari og tættari at restina av heiminum. Tað, sum man upplivir aðrastaðni eggjar fólki her til at verða minst líka góð. Eisini er man farin at hyggja nærri at, hvørjir møguleikar eru í okkara egna tilfeingi, segði hann.
– 11 átøk eru nevnd í tilmælinum. Trý eru sett í gongd og trý eru ávegis. Meinigin er at stuðla marknaðarføring, og at hesar kreativu vinnurnar ikki brúka orku til umsiting og annað slíkt, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Poul Michelsen í tíðindunum á Rás2 í kvøld.