12 limir úr Teakwondo felagnum Hwarang Føroyar hava verið í Danmark í vikuskiftinum og kappast á Rødovre Cup í Keypmannahavn.
Føroysku Teakwondo íðkararnir bardust í bæði flokki A og flokki B og í vektbólki frá 37 til 78+ kilo í kappingini, sum var í gjár.
Hwarang Føroyar vunnu eitt gull heiðursmerki, sjey silvur heiðursmerki og trý bronsu heiðursmerki. Felagið fekk soleiðis eisini eitt fjóðra pláss út av teimum 17 luttakandi feløgum.