Hans Pauli Samuelsen verður neyvan tøkur aftur í ár. Hóskvøldið breyt hann beinið undir venjing.
- Tað var í vanligari takling, at eg fekk ógvuliga nógva pínu. Magnus á Stongum var har, og hann staðfesti skjótt, at talan var um brot í fótinum. Eg var á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. Í fyrstu atløgu hava teir givið mær ein stivla at stuðla fótinum. Um brotið liggur so væl, sum teir siga, at tað ger, so verður talan um steðg í fýra vikur. Um tað ikki liggur væl, so verður talan um skurðviðgerð, staðfestir óhepni Hans Pauli Samuelsen, sum heldur tað vera lítið sannlíkt, at hann aftur fer at spæla í ár.
- Eg havi ongantíð áður havt serligan skaða at dragast við. So nú eri er noyddur at bíta hetta í meg, og móti NSÍ stóðu teir seg sanniliga væl, men tað er einki stuttligt at vera uttanfyri!