Nú tað aftur stundar til føstulávint, er vanligt, at børn verða sminkað á alskyns hættir, og nógv verður sagt og skrivað um sminku til børn.
- Flestu børnini halda tað vera sera stuttligt, men sum vaksin vita vit, at í nógvum sminkum eru evnir, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi. Tí er gott at vera árvakin og ansa eftir, hvat sminkurnar innihalda.
Tað sigur Gigni, ið veitir heilsufrøði til børn og ung og sum í samband við sminku vísir til góð ráð, ið eru at finna á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni - www.us.fo
Umhvørvisstovan hevur fleiri góð ráð í samband við slíka føstulávintsminku.
- Keypið CE-merkta sminku og veljið vørur uttan anga. Veljið vørur uttan propyl- og butylparabenir til børn, yngri enn 2 ár. Skilagott er eisini at smyrja eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum andlitskremi sum undirlag, áðrenn sminkan verður løgd á.
Lagt verður aftrat, at øll sminkast skal vaskast burtur, tá andlitið verður vaskað fyri sminku, og verður lím brúkt, er skilagott at brúka lím sum hevur svanamerki.
- Keypið ikki ítrivsvørur sum glimmur, máling ella lím, um tað er vandamerkt.
At enda verður sagt, at børn og vaksin hvønn dag eru útsett fyri ymiskum kemiskum evnum í okkara gerandislívi.
- Tískil er tað altíð gott - og ikki bert í samband við føstulávint - at hava eitt vakið eyga og seta seg inn í, hvørji evni tú eigur at ansa tær fyri, tá talan er um børn, sigur Gigni um sminkuráðini hjá Umhvørvisstovuni.