Meðan Unga Tjóðveldi í grein í vikuni undrast á úrslitið av veljarakanningini, ið vísir, at Javnaðarflokkurin gongur nógv aftur og Sambandsflokkurin er stóri vinnarin, heldur Ungmannafelagið Samband slett ikki, at hetta er nakað at undrast á. Tí Sambandsflokkurin, ið er einasti flokkur á tingi, ið 100 % vil virka fyri einum Ríkisfelagsskapi, hevur tann tryggleika, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki kunnu hava.
Eg eri samdur við Unga Tjóðveldi, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ein miðvísan politik og úrslitið av veljarakanningini vísir, at tað hevur Tjóðveldi heldur ikki. Tí síggja vit, at tað er Sambandsflokkurin, ið gongur fram og ikki Tjóðveldi.
Trygdin liggur í ríkisfelagsskapinum
Hetta er púra rætt - tað er ikki ein spurningur um ideologiska tryggleikan – men um búskaparliga tryggleikan, sum er grundarlagið í einumhvørjum vælferðarsamfelagi, og sum bert fæst gjøgnum ríkisfelagsskapin. Enn hava vit ikki hoyrt um nakran búskaparligan tryggleika í loysingarpakkanum, og hetta hava javnaðarveljarar sæð.
Unga Tjóðveldi kann kallað henda tryggleika fyri status quo, men fyri okkum sambandsfólk hevur tað í hesum døgum so stóran týdning at hava tryggleikan hjá tí einstaka í hásæti, at hvussu tað verður kallað ongan týðning hevur fyri okkum. Hetta hevur stórur partur av veljarunum eisini sæð.
Men fyri okkum, eitur hetta sambandspolitikkur.










