Eitt ferðsluóhapp í Eysturoynni í gjár við tungum trailarum, har tann eini endaði í garðinum hjá privarfólki, hevur fingið lív í kjakið um, hvussu best er at skipa ferðsluna í Runavík, og har á leið.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, segði við Rás2 í dag, at neyðugt er at umhugsa, hvussu ferðslan í økinum skal skipast. Eisini kom hann inn á, at nógv vøra til útflutnings verður framleidd í økinum, og at alt skal sum tung ferðsla til Havnar, og hetta helt borgarstjórin í Runavík verða neyðugt at umhugsa av nýggjum.
Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen, Rás2, hevði við Torbjørn Jacobsen í dag, við at trýsta á leinkjuna undir greinini.