Hvussu skal barnið eita?

Fólkateljingin fer fram í samstarvi við borgaran. Tí er góð kunning ein fortreyt fyri einum góðum úrsliti. Men hvussu skal hon eita?

Ein stórur partur av arbeiðinum handan eina fólkateljing er kunning til borgaran. Ikki minst tí, at hvør einasti persónur skal vera púra tryggur við at lata so nógvar, og eisini persónligar, upplýsingar, um seg sjálvan.

Øssur Winthereig, journalistur, er settur í starv sum kunningarrágevi á fólkateljingini.

Hann fortelur, at álit og positiv móttøka hevur alt at siga, skulu fólk kenna seg trygg. Tí, sum hann sigur, so er endamálið ikki at sneyta ella at ganga ørindi fyri nakran.

- Endamálið er sera stórbært og reint. Tað er ein fortreyt fyri eitt virkandi demokrati, at vit eru upplýst og hava vitan, tá vit skulu taka avgerðir, kjakast ella kanna samfelagið. Tí er hetta eitt ómetaliga fínt arbeiði, sum fólk vónandi fara at taka væl undir við, sigur hann við Sosialin.


Fáa samleika

Hóast teir eru fýra mans, sum seinastu mánaðirnar hava fyrireikað kanningina, er føroyska fólkateljingin ikki veruliga borin í heim í hugaheiminum hjá fólki enn.

- Fólkateljingin verður meira almenn og ítøkilig, tá vit hava fingið ein samleika. Hetta arbeiðir ein lýsingarstova við í løtuni, sigur Øssur Winthereig.

Sostatt fær fólkateljingin nýtt navn og eina heimasíðu fyrsta dagin. Og sum heild verður átakið myndað av grafisku og málsligu brandingini til almenningin.


Navnleys

Enn hevur fólkateljingin ikki fingið nakað navn. Orðið manntal hevur verið nevnt. Men tað lýkur ikki krøvini til javnstøðu. Og orðið teljing kann ørkymla fólk, tí talan er ikki um eina teljing, men heldur eina lýsing ella kanning.

Kanska hevur tú eitt gott navn til føroysku fólkateljingina?

--


FAKTA

Tann 01.11.11 skulu tøkni, manning og kunnleiki vera til reiðar at skráseta allar borgarar, bústað, starv, orkunýtslu, hjúnastøðu, inntøkur, ogn, familjuviðurskifti, flutningsvanar og alt alt møguligt annað í ein risastóran dátagrunn.