Hvussu nógv kostar ein undirsjóartunnil?

Hvussu nógv gevur tað, at hava Sandoynna við í einum vinnuligum inntøkugevandi Føroyum við góðum samferðslukervi?

Ella hvussu nógv kostar tað at avfólka Sandoynna?

Sjálvsagt eiga vit at meta um tær stóru íløgurnar, hvussu nógv skulu vit nýta til stóra samferðslukervið, og hvat vit klára at standa við, tá á stendur.

Seinasta boð frá okkara fermstu "klóku" fólkum, er, at politikarin Magni Laksafoss sleppur politisku uppgávuni og førir búskaparpolitikk, meðan tænastu/búskapararbeiðarin Oyvindur Brimnes sleppir búskapinum og førir politikk!

Fyri ikki at tala um formannin í mínum felag Ingeborg Winther, sum fer í, sum hon heldur, "skilagott" samstarv við Magna Laksafoss um búskaparpolitikk.

Ingeborg eigur at vita, at ætlaða útseting/sparing av undirsjóartunnli til Sandoynna tænir teimum háløntu og fastløntu í umsitingini, meðan arbeiðarin millum annað í Sandoynni fær minkandi møguleika at virka í framleiðsluvinnuni, og harvið minkar grundarlagið undir felagi og áhugamálunum hjá okkara formanni. Men hjá henni er tað kanska eisini stórfingið at sleppa at sita ímillum tey vælbjargaðu/klóku og føra "búskaparpolitikk"!

Sandoyggin stendur á einum vegamóti fyri at yvirliva, tí samferðslukervið í øðrum pørtum av landinum eru so væl útbygd nú, at um Sandoyggin ikki sleppur við, so er deyðin í durunum!

Viðvíkjandi uppskotinum at leggja tunnil frá Skálafjørðinum og til Sandoynna í eitt búskaparligt felag má skiljast soleiðis, at leiðarin á Landsverk metir hesi arbeiði sum "luksusprojekt", ið tey sjálv mugu fíggja og "spæla" sær við, meðan vit onnur rokna hetta sum eina náttúrliga útbygging av Føroyum, og tí skal hetta roknast sum ein landsuppgáva.

Nú er bert at vóna, at okkara politikkarar kenna sína ábyrgd fyri landi og fólki og fremja ta ætlan, ið vit hava fingið at vita um raðfestingina av Sandoyartunnlinum aftaná Norðoyatunnilin.