Hvat krevst fyri at fáa eitt gott heilsuverk í Føroyum.
Tað er evnið í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16, seinnapartin í dag.
Og tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru teir báðir politikararnir, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og Pál Weihe, formaður í læknafelagnum.
Og ein spurningur, tey fara at umrøða, er, um eitt ávíst tal á læknum, ein ávís peningajáttan, ella eitt ávíst tal á sjúkrahúsum, eru teytin fyri at fáa eitt gott heilsuverki.
- Í fleiri ár hava føroyingar kjakast um, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava í Føroyum, og tað kjakið heldur fram, staðfestir Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum,
- Fyri 15 árum síðan játtaði løgtingið 8,5% av bruttotjóðarúrtøkuni til heilsuverkið. Tað var meiri enn Danmark, men tá var misnøgdin líka stór, sum hin er nú.
- Í ár er er játtanin til heilsuverkið 7,7% av Bruttotjóðarúrtøkuni.
- Higartil í ár er rakstrarjáttanin til Landsjúkrahúsið er 556 milliónir krónur, játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er 50 milliónir krónur, ella 1/12 part av játtanini til Landssjúkrahúsið. Og játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er 66 milliónir krónur, ella 1/8 av játtanini til Landsjúkrahúsið.
- Tað merkir, at Landsjúkrahúsið kostar næstan fimm ferðir so nógv sum tey smærru sjúkrahúsini tilsamans.
- Men enn hava vit ikki fingið nakað boð upp á, hvat tey smáu sjúkrahúsini skulu brúkast til. Minst av øllum hava vit fingið at vita, hví føroyska sjúkrahúsverkið ikki dugir at gagnnýta bygningarnar í Klaksvík og á Tvøroyri og allan útbúnaðin á teimum.
Samstundis rópar Læknafelagi varskó um, at nýggj tól, dýrkandi heilivágur, fleiri serlæknaøki og fleiri viðgerðir uttanlands, seta vaksandi krøv til føroysku myndugleikarnar um at tryggja eitt framkomið heilsuverk.
Læknafelagið sigur, at valið hjá Føroyum stendur ímillum at hava eina heilsutænastu sum ein útjaðari, ella sum tey hava á norðurlendska meginlandinum.
Men Læknaráðið sigur einki um, hvussu nógv sjúkrahús skulu vera, og hvussu vit gagnnýta tey smærru sjúkrahúsini. So tann spurningin eiga føroyingar enn til góðar at stríðast um frameftir.
Annars eru næstan 100 føroyskar læknar, og læknalesandi, uttanlands.