Hvørki aldursmark ella ferð skal broytast

Aldursmarkið at koyra prutl skal ikki lækkast og prutl skulu heldur ikki sleppa at koyra skjótari

Aldursmarkið at koyra prutl skal ikki lækkast og prutl skulu heldur ikki sleppa at koyra skjótari.

 

Tað samtykti Ungdómstingið í morgun.

 

Ungdómstingið hevur viðgjørt eitt uppskot um at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl úr 16 ár, sum tað er nú, niður í 15 ár.

 

Í løtuni hava prutl ikki loyvi at koyra skjótari enn 30 kilometrar um tíman, men ungdómstingið hevur eisini viðgjørt eitt uppskot um at hækka hámarksferðina upp í 50 kilometrar um tíman.

 

Rættarnevndin hjá Ungdómstinginum hevur havt málini til viðgerar og í tí sambandi boðsendu tey Brynhild Høgnadóttir, stjóra í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at koma í nevndina at siga sína hugsan.

 

- Hon vísti á, at hagtøl vísa greitt, at í londum, har aldursmarkið er hækkað, er talið á skaðum nógv vaksið nógv, varð ført fram av tingsins røðarapalli í morgun.

 

- Skulu hagtølini førast yvir á føroysk viðurskifti, er væntandi, at talið á deyðum og skaddum at tvífaldast, verður aldursmarkið lækkað niður í 15 ár.

 


Ein samd nevnd mælti tískil frá, at uppskotið varð samtykt.

 

Og tað tók Ungdómastingið til eftirtektar, tí bara tvey atkvøddu fyri at lækka aldursmarkið, samstundis sum heili 29 atkvøddu ímóti og ein atkvøða varð blonk.

 

Hinvegin heldur ein meiriluti í Rættarnevndini upp á seks tinglimir, at prutl eiga at sleppa koyra eitt sindur skjótari.

 

Tað eru sera nógv, sum bróta lógina og koyra skjótari á prutli, enn loyvt er.

 

Sleppa prutl at koyra eitt sindur skjótari, hevði tað samstundis fingið ferðsluna at gingið lættari.

 

Meirilutin í trivnaðarnevndini heldur kortini, at tað er ov nógv at hækka hámarksferðina upp í 50 kilometrar um tíman.

 

Tey halda, at tað er meiri hóskandi, at prutl sleppa at koyra 40 kilometrar um tíman.

 

Ein minniluti í nevndini upp á fýra ungdómstinglimir, halda, at hámarksferðin skal ikki broytast.

 

Tey vísa á, at stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur víst á, at samanhangur er ímillum ferð og skaðar og at ein, sum koyrir prutl, er bara vardur við hjálmi.

 

Ungdómstingið atkvøddi fyrst um uppskotið frá meirilutanum í Rættarnevndini um, at prutl skulu sleppa at koyra 40 kilometrar um tíman.  Men tá ið avtornaði, stóð á jøvnum við tað, at 16 atkvøddu fyri og 16 atkvøddu ímóti.

 

Tað merkir, at málið fall, tí fyri at tað skal verða samtykt, skal meiriluti vera fyri tí.

 

Ungdómstingið feldi eisini uppskotið um at prutl skulu sleppa at koyra 50 kilometrar um tíman. Tað vóru  sjey, sum atkvøddu fyri, 24 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.

 

Sí fleiri myndir frá Ungdómstinginum við at trýsta HER