LA hevur útlit til at gerast størsti flokkur á bláa veingi í dag. Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen fara eftir øllum at døma at sita í avgerandi leiklutinum á miðjuni.
Fólkatingsval er í dag - 24. mars.
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu teir 12 donsku flokkarnir standa í nýggjastu meiningakanningini, sum Voxmeter- hevur gjørt fyri Ritzau (tølini í klombrum eru valúrslitini frá 2022):
* Javnaðarflokkurin: 22,4 prosent - 39 tingsessir (27,5 prosent - 50 tingsessir á valinum í 2022).
* Tey Radikalu: 5,2 prosent - 9 tingsessir (3,8 prosent - 7 tingsessir í 2022).
* Tey Konservativu: 6,8 prosent - 12 tingsessir (5,5 prosent - 10 tingsessir í 2022).
* SF: 11,8 prosent - 21 tingsessir (8,3 prosent - 15 tingsessir í 2022).
* Borgernes Parti: 2,8 prosent - 5 tingsessir (stillaði ikki upp í 2022).
* Liberal Alliance: 10,8 prosent - 19 tingsessir (7,9 prosent - 14 tingsessir í 2022).
* Moderaternir: 7,1 prosent - 12 tingsessir (9,3 prosent - 16 tingsessir í 2022).
* Dansk Folkeparti: 7,6 prosent - 13 tingsessir (2,6 prosent - 5 tingsessir í 2022).
* Vinstri: 9,7 prosent - 17 tingsessir (13,3 prosent - 23 tingsessir í 2022).
* Danmarksdemokratarnir: 6,9 prosent - 12 tingsessir (8,1 prosent - 14 tingsessir í 2022).
* Eindarlistin: 6,1 prosent - 11 tingsessir (5,1 prosent - 9 tingsessir í 2022).
* Alternativið: 2,8 prosent - 5 tingsessir (3,3 prosent - 6 tingsessir í 2022).
* Reyði vongur, tilsamans: 48,3 prosent - 85 tingsessir.
* Blái vongur, tilsamans (við Borgernes Parti): 44,6 prosent - 78 tingsessir.
* Moderatarnir eru uttan fyri vengurnar.
* Kanningin er grundað á eina samanseting av telefon- og netsamrøðum við 4.200 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár mánadagin 23. mars.
* Mesta hagtalsliga óvissan fyri einstøku partarnar í hesi kanning er 1,3 prosentstig. Kelda: Voxmeter.
/ritzau/











