Hvilvtenni
Enn hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa endaliga váttað, um Hvilvtenni er seldur av landinum ella ikki.
Herfyri bórust tíðindi um, at rækjutrolarin varð seldur til Íslands, men reiðarin, Kjartan Joensen, vildi hvørki vátta ella avsanna tíðindini.
Hann segði seg onga viðmerking hava til málið og legði aftrat, at "? nú er nokk tosað".
Tøgn um málið
Fyrr í vikuni gjørdi Sosialurin eisini eina roynd at tosa við Jørgen Bast í Danmark, ið situr á skrivstovuni, sum umboðar donsku pengarnar í reiðarínum. Jørgen vísti eisini til Kjartan Joensen, men legði tó aftrat, at Niels Winther Poulsen er nevndarformaður í felagnum, P/F Hvilvtenni.
Fríggjamorgunin fingu vit fatur á Niels Winther, men hann vildi heldur ikki siga, um skipið er selt ? ella framvegis er í føroyska fiskiskipaflotanum.
- Eg úttali meg ikki um míni viðskiftafólk, sigur hann.
Tá ið vit spurdu, um hann ikki er nevndarformaður í felagnum og tískil kundi úttala seg, segði hann:
- Bæði og. Eg eri nevndarformaður, og samstundis er felagið ein av okkara "kundum", sum eg ikki úttali meg um.
Niels Winther mælti tí til, at vit tosaðu við Kjartan Joensen, sum er reiðari.
Vit vendu okkum tískil aftur til Kjartan Joensen fríggjamorgunin, men hann var enn líka "tættur" sum fyrr í vikuni, tá ið vit fregnaðust ? og vildi enn einaferð einki siga um, hvørt skipið er selt ella ikki.
Hvilvtenni er
enn í flotanum
Á Føroya Skipaskráseting siga tey, at Hvilvtenni framvegis er í føroyska fiskiskipaflotanum.
- Vit hava onga fráboðan fingið um, at skipið skal strikast úr føroysku skipaskrásetingini, og tí er skipið framvegis heimahoyrandi í Føroyum, siga tey.
Fyribils ber ikki til at koma málinum nærri, men líkt kundi verið til, at reiðaríið bíðar eftir einum seinasta møguleika, har landsstýrið á ein ella annan hátt kemur rækjuskipaflotanum til hjálpar.
Men hetta eru bara gitingar?