Hví verða summi fólk alkoholikarar?

Er alkoholisma arvaligt, ella bara ein ringur óvani, sum vindur uppá seg. Tað verður evni í beinleiðis kjaki á Rás2 seinnapartin

Er alkoholisma ein avleiðing av vánaligum drykkjuvanum ella er tað arvaligt?

 

Hví verða summi fólk alkoholikarar? Er tað ein avleiðing av vánaligum drykkjuvanum, ella er tað ættarbregði?

 

Tað er spurningurin, sum verður settur í beinleiðis kjaksending, Óli Breckmann skipar fyri á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Tey, sum fara at kjakast um evnið hava øll drúgvar royndir á hesum øki, og tey eru Eyðun Ellendersen, rúsevnaráðgevari, Poula Eidesgaard, ráðgevari hjá avvarðandi, og Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.

 

- Er trupulleikin hjá alkoholikarum, at ein veksandi nýtsla av rúsdrekka av óvana, at enda førir til ósketni, líkasælu og ovurnýtslu, sum tann fongdi kundi, ella kann stýra, við at taka seg saman, verða turrlagdur, umvendur ella fráhaldandi við viljastyrki?

 

- Ella hava summi fólk íbornar ílegur, ættstreingir, sum gera, at tey eru fordømd til at verða alkoholikarar, hava tey fyrst roynt alkohol? 

 

- Eru eitt nú 50% av indianarum og inuittum føddir alkoholikarar, spyr Óli Breckmann.

 

Hann staðfestir, at fráhaldsrørslan fánar burtur. Harafturat eru missiónin og fríkirkjur nógv meiri meiri tollyntar mótvegis rúsdrekka, samstundis sum herferðin ímóti tubbakki økist alsamt harðnar.

 

- Í USA, har tubbakshatarar hava garterað mest, hava tveir statir, D.C. og Colorado, longu samtykt at loyva hasj og fleiri aðrir statir eru á veg, sigur Óli Breckmann.

 

Óli Breckmann sigur, at tey, sum ganga á odda at gera hassj lógligt, eru tey somu, sum hava leikað mest í móti tubbakki!

 

Í Føroyum viðgjørdi Ungdómstingið í farnu viku eitt uppskot um at loyva

rúsdrekkasølu til ung niður í 16 ár, men tað varð ikki samtykt.

 

 - Hinvegin er løgreglan full av tíðindum hvønn mánamorgun um  rúsdrekkakoyring, húsaófrið, konubuking, bardøgum, stundum við knívi, innbrotum, neyðtøkum, bilstuldri osfr.

 

Og tað er ikki av tubbaksávum, men aloftast er rúsdrekka uppií.

 

Óli Breckmann spyr, hví hava vit so lætt at bera yvir við teimum avleiðingum,

rúsdrekka og drykkjusiðir hjá einum minniluta av fólki hava á

familju-, arbeiðs- og samfelagslív sum heild?

 

- Eru fyrimunirnir og nøgdsemið hjá teimum , sum duga, ella rættari tola, at njóta

alkohol, so stórt, at vit eru sinnað at gjalda við teimum mongu offrum fyri

rúsdrekka, sum ikki tola alkohol?

 

- Fólk, sum tola rúsdrekka, og duga at njóta tað við skili, fata illa hví

onnur fólk ikki tola tað. Tí yppa vit øksl, rysta við høvdinum ella enntá

flenna at teimum, sum ikki duga at umgangast rúsdrekka.

 

- Oyðileggingarnar av rúsdrekka eru ómetaligar, nógv størri enn eitt nú av

tubbakki.

 

- Men hví so nógv størri tollyndi móti rúsdrekka enn tubbakki, spyr Óli Breckmann?