Hví tvíheldur Danmark um at vera hjálandaveldi?

Jyllands Posten hevur í nøkrum greinum varpað ljós á afturvendandi trupulleikan, at norðuratlantisku mandatini kunnu verða avgerandi fyri hvørt Danmark fær eina høgra ella vinstra stjórn komandi fýra árini. Tey spyrja: "Hvorfor har grønlandske og færøske medlemmer af Folketinget indflydelse i Danmark, når det omvendte ikke gælder?"

Hesin spurningur vísir greitt, at sjálvt ikki danskir blaðmenn vita, hvussu stóra ávirkan danskur politikkur hevur á føroysk viðurskifti. Tey vita so ikki, at allur uttanríkispolitikkur, verjumál, útlendingamál, løgregla og persónsmál verða avgreidd av 179 fólkatingslimum, harav bert fýra eru norðuratlantisk.

Hetta eru tey ítøkiligu málini, har danskur politikkur beinleiðis tekur avgerðir vegna Føroyar. So eru øll tey mongu dømini gjøgnum søguna um meir snilda danska uppíblanding, serliga hvørja ferð føroyskur politikkur hevur tikið nøkur tøk á sjálvstýrisleið. Mest brúkta og tíverri mest effektiva vápnið hevur verið, at lova og geva fleiri pengar til hetta og hitt fyri at halda fast í yvirvaldinum og halda føroyingar verandi undir skjúrtuvelinum.

Un danir eru ónøgdir við at føroysku fólkatingsumboðini enn einaferð kunnu koma at avgera komandi donsku stjórnina, krevur tað at danir rannsaka seg sjálvar. Hví skal Danmark halda fram sum heimsins skjott seinasta hjálandaveldi? Allarflestu kolonilond hava síðani 2. Heimsbardaga annaðhvørt tikið seg heilt úr sínum hjálondum ella í stóran mun nútímansgjørt viðurskiftini við meir jøvnum samstørvum. Danmark hinvegin, tvíheldur um eina avoldaða skipan við síni "sjálvstýrandi økir", - ein skipan, ið er serstakliga ódemokratisk fyri øll trý lond og harvið manglar trúvirði og burðardygd