Hvat virði hevur fiskurin, um vit fáa ikki selt hann?

Kjartan Kristiansen
?????????
Kappast við Níláarkongafisk
Viktoriavatnið er 69.700 km2 stórt. Í hesum vatni verða árliga veidd 500 túsund tons av Nile perch. (Íslendingar nevna hann Nílarkarfa. Vit kunnu kalla hann Níláarkonga-fisk.) Um 100.000 tons verða seld í Evropa.
Føroyska sjóøkið er um 270.000 km2 stórt. Árliga meðalveiðan av botnfiski man tátta upp í eini 120.000 tons, og av hesum munu tey 100.000 tonsini verða seld í Evropa. Talan er ikki um eitt fiskaslag, men heldur um eini 10 sløg.
Níláarkongafiskur er rættiliga nýtt fiskaslag á evropeiska marknaðinum, meðan flestu av fiskasløgunum undir Føroyum hava leingi verið seld í Evropa; toskur í eini 1.000 ár.
Stór broyting í evropeiska marknaðinum
Í Fiskifréttum 24. september í ár er frásøgn frá fundi í SH, har Hjörleifur Ásgeirsson, stjóri á Icelandic Iberica, greiddi frá sølu av sjómati á evropeiska meginlandinum.
Samanlagt er ES marknaðurin nú 460 mió. fólk, men er ikki ein marknaður, heldur fleiri. Í matvanum og siðvenju annars eru teir rættiliga ólíkir. Hjörleifur tók fram teir tríggjar størstu marknaðirnar á megin-landinum; Týskland við 82 mió. íbúgvum, Frakland við 60 mió. og Spania við 42 mió. Meðan hvør spanióli etur 36,5 kilo av sjómati árliga, eta fransk-menn 28 kilo og týskarar bert 14 kilo. Kortini verða hetta samanlagt ikki smá tøl. Í Fraklandi er nýtslan av sjómati 1,7 mió. tons, í Spania 1,5 mió. og í Týsk-landi 1,2 mió. tons.
Hetta eru bert tøl. Meira áhugavert er, hvørji sløg av sjómati mest verður etið av í hesum londum. Fiskifréttir hevur tikið við talvu, sum Hjörleifur Ásgeirsson legði fram um 10 mest brúktu fiskasløgini í hesum trimum londunum. Talvan er prentað niðanfyri:

Tíggju mest keyptu sjómatarsløgini í Týsklandi, Fraklandi og Spania
TýsklandFraklandSpania
1Alaska PollockHeittvatnsrækjurTunfiskur
2SildLaksurHøgguslokkur
3TunfiskurTunfiskurHeittvatnsrækjur (smokkfiskur)
4LaksurHørpuskeljarLýsingur
5LýsingurToskurSardinur
6KongafiskurLýsingurKræklingur
7UpsiHavtaskaSvørðfiskur
8ToskurUpsiLaksur
9SílKræklingurHøgguslokkur (kolkrabbi)
10MakrelurKrabbiToskur
Talvan lýsir partvíst stóru broytingarnar í nýtslu av fiskasløgum á stórum evropeiskum marknaðum. Á stóra marknaðinum hjá okkum fyri klipp- og saltfisk, Spania, liggur toskur niðast millum tey 10 mest nýttu sjómatarsløgini, meðan nýggja fiskaslagið, heittvatnsrækjur, liggur á triðja plássi og fremst í Fraklandi. Her liggur hitt nýggja fiskaslagið, laksur, á øðrum plássi, meðan tað í Spania er dottið niður á 8. pláss. Týskland hevur aðrar matsiðir enn Frakland og Spania. Her liggur Alaska Pollock fremst og sæst ikki millum 10 tey fremstu í hinum londunum, og upsin er fremri enn toskurin.
Stórar broytingar í matvanum
Aftanfyri tølini um fiskasløg liggja goymdar broytingarnar í matvanum. Hesar broytingar eru størri enn tær, vit síggja í nýtsluni av fiskasløgum. Broytingarnar stava m.a. frá:

?broytingum í familjumynstri,
?at fleiri í familjuni arbeiða úti,
?at ættarliðini, sum ótu fisk í traditionellum rættum sum børn, eru um at hvørva,
?at yngra ættarliðið dugir ikki at skilja fisk, óttast bein, men hevur samstundis hoyrt, at fiskur er sunnur og heilsugóður kostur,
?at hetta ættarliðið hevur etið fisk, sum vit onki kenna til, á ferðum til fjarskotin lond, og heimafturkomin vilja tey hava nakað tað sama,
?at matur er vorðin uppliving og hevur fingið kensluligan týdning,
?so yngra ættarliðið fer at krevja trygd fyri, at tey ikki medvirka til at oyða fiskastovnar;
?at tey tí fegin keypa fisk, sum er aldur umhvørvis-liga og vistfrøðiliga rætt,
?at tey eisini hugsa um, at keypið er við til at menna tilafturskomin lond.

Gamlir matvanar og móti í nýggjum rættum og tilgerð av mati fara støðugt at kappast um at vera fremst á handilshillunum. Men nýggir mótar fara altíð at vera meira ágangandi og áhugaverdir enn gomlu matvanarnir.
Einvorðnir matvanar og rættir
Frammanfyri nevnda gongd í matvanum er ikki serstøk fyri einstakar marknaðir. Hon er partur av altjóðagerðini. Tí fara somu fiskarættirnir at verða bodnir fram um allan heim um somu tíð, alt eftir hvør rættur ella hvørt kokkakynstur er best dámt, júst tá.
Tað kann vera ein dugnaligur sjónvarpskokkur ella eitt væl dámt frítíðarstað, sum fær nýggjar rættir at fara um allan heim sum "heitt breyð". Um somu tíð kann ein sjónvarpssend-ing, ið finst at t.d. innihaldinum av tungmetallum ella sandmaðki, ovfisking av fiskaslagnum, "træla-lønum" í alifyritøkum í menningarlandinum ella manglandi sporføri av fiski gera, at ein vældámdur fiskarættur ikki kann seljast longur.
Matsiðir og mentan eru sum nevnt ymisk í teimum trimum londunum. Men sum frá líður fer tó størri samljóð at síggjast í 10 teimum mest nýttu fiska-sløgunum. Nýggj fiskasløg, serliga ald, fara at troka kend fiskasløg av listanum, og tí fer raðfylgj-an eisini at broytast skjót-ari.
Níláarkongafiskur bjargar okkum ikki
Á Vinnudegnum segði Tróndur Djurhuus fyri vist, at vit fóru ikki at finna nýggj fiskasløg, sum kundu geva okkum búskaparliga framgongd, eins og toskurin, rækjurnar og uppisjóvarfiskur fyrr hevði givið okkum. Hann helt einastu ráðini hjá okkum vera, at vit eisini gingu nýggjar vinnuleiðir, har vit í størri muni nýttu av okkara førleikum, brúktu vitan og høvd og løgdu størri dent á gransking og førleikamenning.
Fiskiveiða, sum vit kenna hana, hevur ikki bjarta framtíð fyri sær. Men
?laga vit hana eftir at veita nýggja keyparaskaranum tað, hesin vil hava, og
?fylgja vit væl við, hvat hendir á marknaðinum, og hvørji rákini eru,
?kann gagnnýtsla av fiska-meinginum eisini í framtíðini vera týðandi inntøkukelda føroyinga.

Men tað gerst ikki
?uttan at virða keyparan,
?uttan at leggja alla orku í góðsku, og
?uttan áhaldandi vørumenning, vøruroyndir og nýskapan.
?Tað gerst heldur ikki uttan støðugt at kanna og granska marknaðin og
?at hava góð sambond og dygt samstarv við hann.
Ikki nóg mikið at draga tosk av grunni
At lata framtíðina klára seg sjálva og uttan at leggja kós eftir framtíð, sum vit kundu hugsað okkum, er ikki serføroyskt. Men í mun til eitt nú Finnland hava vit skjótari lyndi til at spara framtíðina burtur, so títt og knapt tað lotar úr hanakjafti.
Vit duga væl at fiska, men umheimurin og marknaðurin krevur annað av okkum enn at draga fiskin upp úr sjónum. Góðir marknaðir eru ikki minni virðismiklir enn fiskurin í sjónum. Geva vit ikki marknaðinum gætur, missa vit hann. Hvat virði hevur fiskurin, um vit ikki fáa selt hann?
Sum Tróndur Djurhuus segði: Vit skulu framvegis liva av fiskivinnu - eisini.
Men vit mugu húsast við tí, vit hava, og gagnnýta hetta á slíkan hátt, at eisini tann nýggi, ungi og mótahugaði keyparaskarin velur okkara tilboð um uppliving og kenslunøgd fram um onnur tilboð.