Hvat vildu tit valdið til?

Unnið okkum nú tryggar karmar um kærleikan!

Marita Thomsen, Tulkur og týðari. Gift við konuni í 14 góð ár, tó ikki í mínum heimlandi
-----

Einki er so týnandi sum ein­semi. Okkum tørvar øllum onnur um okkum: vinfólk, familju, maka. Summi leita sær ongan maka, men flest øll vilja helst finna sær onkr­an at deila lívsleiðina við, í øllum førum eftir flestu film­um, bókum, sangum og damu­bløðum at meta.
Lætt er tó ikki altíð at ganga lið um lið, summi missa stevið á leiðini. Einki løg­ið er í tí, parlag krevur tol, eitt sindur av vísdómi og humor - og sterkan vilja. Vilj­an hvørt kvøld at velja lei­ðina heim aftur til sama per­són, ið vaknaði undir tíni lið um morgunin.
Vit, sum hava verið saman longur enn fyrsta forelskilsi, vita, at hetta ikki altíð er bara sum at siga tað. Men er parlagið gott, og dansa vit fyri tað mesta bæði sama vals, ja, so er tað stríðið vert. Orða­fellini munnu vera tugd, men tó ikki tóm: Deild sorg er hálv sorg, deild gleði er dup­ult gleði, og góð minni vara eisini longur, tá ið tveir makar eru um at varðveita tey.

Samkynd berjast fyri sjálvsøgdu rættindunum øll onnur pør bara hava
Men summi mugu stríðast meir enn onnur fyri parlag sítt. Samkyndir makar í Før­oy­um hava eingi rættindi, eingi tryggingarrættindi, eingi arva­rættindi, eingi skatta­rætt­indi, eingi rættindi at taka sváru avgerðirnar, sum bara tey nærmastu av­varð­andi kunnu taka, um ein maki gerst sjúkur. At stríð­ast fyri parlagið merk­ir, fyri før­oysk sam­kynd, nógv meira enn keglið um upp­­vaskið, trætuna um fjar­­stýr­ingina ella kanska meiri álvarsama kríggið um húsarhaldsútreiðslurnar. Fyri føroysk samkynd er tal­an um ein bardaga fyri tey sjálv­søgdu, nærum ósjónligu, men avgerandi rættindini øll hins­kynd pør í Føroyum bara hava.

Hetta er ikki eitt stríð millum trúgvandi og samkynd
Nú orrustan leikar á, vilja summi, tíverri, gera hetta stríðið til eitt stríð millum trúgvandi og samkynd, og tað er púra burturvið. Summi kristin eru samkynd, onkur samkynd eru jødar, og muslimar eru eisini millum tey, ið stuðla samkyndum hjúna­bandi. Vit eru øll so ymisk, tíbetur, og átrúnaður hevur als einki at gera við, um vit forelska okkum í ein­um av sama kyni ella einum av hinum kyninum.

Borgarlig rættindi bygd á mannarættindi tryggja øll, kristin sum samkynd
Verri er tað tó næstan, tá onk­ur vil vera við, at upp­skot­ið um at broyta hjúna­bands­lógina onkursvegna er ein roynd at gera seg inn á kristin og teirra rætt­indi. Tey avlaga kjakið, tá tey útnevna seg offur. Øll krist­in áttu tvørturímóti at fagna rákinum at styrkja manna­rættindini, tí tey eru grundarlagið undir øktum borgarligum rættindum, og tað eru júst hesi rættindi, ið eisini verja trúarbólkar frá forfylgjan. Vit hoyra, til dømis, ofta um torføru livikor teirra kristnu í londum í mið­eystri, har trúarlæra ikki ein­ans er guds lóg, men land­sins lóg. Í hesum lond­um er ein trúarbólkur sterkur, men eingir aðrir frælsir. So, um vit stremba ímóti einum samfelag, har øll manna­rætt­­indi eru vird – eisini trúar- og talufrælsi – sum borg­ar­lig rættindi byggja á, so tryggja vit okkum øll móti mismuni og forfylging. Tað er eisini av hesum ávum, at, til dømis, m­a­nn­a­rætt­inda­felagsskapurin Amnesty fult og heilt stuðlar javnrætti fyri samkynd, eins og hann stuðlar trúar- og talufrælsið fyri øll.

Tit fólkavaldu hava nú høvið at tryggja øll pør
Spurningurin um at broyta hjúnabandslógina liggur nú hjá teimum fólkavaldu. Og alt gott um tann stabilitet floks­lýdni kann tryggja, men summir spurningar fevna breiðari enn mongdin av makreli, ið skal landast, ella hvussu nógvir tunlar skulu borast. Løgtingið hevur nú høvið at staðfesta, at Føroyar eru eitt rúmligt samfelag og tryggja, at lógin fevnir um øll pør. Tað er nú upp til tey einstøku fólkavaldu og sam­vitsku teirra, at gera av, hvat tey vildu valdið til. Var tað til at sýna framskygni og ábyrgd fyri trygdini og rættar­støðuni hjá øllum føroyingum, ella bara til at varðveita valdið? Greitt er, at summi á tingi av sonnum eru sannførd um, at samkynd eingi rættindi eiga at hava í Føroyum. Tey munnu fara at atkvøða hareftir, tann rættin eiga tey. Men hini fólkavaldu, tey, ið hava varhugan av, at Føroyar eru búnar at fevna breiðari, tey, sum kenna á sær, at framtíðin fagnar ymis­leikanum, øll tey, sum vita, at eingin í samfelagnum, heldur ikki tey, sum eru ímóti uppskotinum, missa nak­að, tá ið samkynd pør fáa borg­ar­lig rættindi, tey hava nú høvið at gera av, hvat tey vildu valdið til. Tey hava nú høvið at unna øðrum tryggar karmar um kærleika sín. So kunnu tey samkyndu, ið summi halda vera so øðrvísi, í frið og náðum keglast um uppvaskið og jólagávukeypið eins og øll onnur.