Eyðun Mohr Viderø
--------
Vit verða dagliga fóðraði við ræðusøgum um leiklut okkara í danska ríkissamfelagnum. Okkara høga løgting er í ferð við eina nýggja stjórnarskipan, ið mest líkist einari nýggjari grundlóg. Men sum partur at danska ríkinum, so kann okkara partur ikki hava aðra grundlóg, enn ta donsku.
Sum fyrrverandi løgtingslimuir, so kenni eg eitt sindur til leikreglurnar.
Var limur í nevndini, tá hon byrjaði arbeiðið sítt. Veit í løtuni ikki reiðiliga, hvør endaligi arbeiðssetningurin var, í mun til arbeiðslagið í dag! Eina innanhýsis skipaða lóggávu fyri Føroya fólk, meðan ríkisfelagsskipanin varðir?!
Eg minnist væl, at ávísir á politiska pallinum ikki vildu vera við til eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri/loysing tá, tí málið var ov illa lýst fyri almenninginum, og tí vildi fólkaatkvøðan helst geva eina ábending um vána politiskt handalag, og so vildu vit við einari sambandsligum úrsliti binda okkum til Danmark í óásetta tíð!
Tað er væl av vatni runnið í havið í hesum tíðarskeiði, tó uttan stórvegis avkláring!
Samanumtikið: Við at fylgja við fyrispurningum frá løgtingslimum um »lítið og onki«, serliga Tjóðveldi, har ein átti at vænta sær nakað, og serliga tonkum og málburði hjá okkara hægsta politiska umboðmanni, løgmanni, so vil eg mæla til at taka eina fólkaatkvøðu beinanvegin um sjálvstýri ella samband.
Óansæð úrslitið, so verða vit borgarar spardir fyri nógv!!
Men hvør man vera mest bangin fyri avtøku av danska peningaíkastinum í landskassan???