Hví skulu vit hava eitt fátækramark í Føroyum og hvat skal tað brúkast til? Tað eru spurningarnir, sum verða reistir í kjaki á Rás2 seinnapartin í dag klokkan fýra.
Har fara Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Heri Petersen, fultrúi í Almannamálaráðnum og formaður í nevndini, sum hevur ásett tað føroyska fátækramarkið og Sonja Jógvansdóttir, at skifta orð um fátækramarkið. Sonja Jógvansdóttir, sum er í Samtaki, sat eisini í nevndini, sum ásetti fátækramarkið, men hon varð so ósamd við niðurstøðuni, at hon tók seg úr nevndini.
Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, spyr tey trý, hví vit í Føroyum yvirhøvur skulu hava eitt fátækramark. |
Er tað bara fyri at gera sum onnur lond, har tey hava ávíst mark fyri, hvat ávísir bólkar í minsta lagi skulu hava í inntøku fyri at liva eitt sømiligt lív, bæði støk, samlivandi ella gift, familjur við børnum, familjur við ongum børnum, fólk sum arbeiða og pensjonistar.
Ella er endamálið at Løgtingið skal brúka hetta fátækramark til at stuðla teimum fíggjarliga, sum ikki klára sjálvi at koma upp um hetta fátækramarkið?
- Eigur samfelagið at javna inntøkurnar frá teimum, sum liggja oman fyri fátækramarkið, yvir á tey, sum liggja undir tí, spyr Óli Breckmann tey trý.
Men hvat er tað at vera fátækur? Hví klára summi fólk seg fyri 200.000 krónur í inntøku um árið og onnur klára seg ikki við 400.000 krónum í inntøku? Skulu tey hava sama ella ymiskt fátækramark?
- Hví detta summi fólk undir fátækramarkið? Hava tey verið óheppin í lívinum og havt harða lagnu? Miseydnaðist hjúnalagið? Forsømdu tey, ella kláraðu ikki, at fáa útbúgving? Eru tey sjúk? Tjena tey ov lítið, tí onnur tjena ov nógv. Líða tey undir fylgjunum av at hava tikið skeivar avgerðir, gjørt skeiv val á lívsleiðini?
Hvussu ber til at javna til tey minni múgvandi? Ber til at hækka skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum, eftirsum kommunurnar taka meiri í skatti frá teimum lægru inntøkunum, enn landskassin ger?
Kundu kommunurnar boðið sær at goldið støkum uppihaldarum við láginntøku tann pening kontant í mammuløn fyri at ansa egnum børnum, sum børnini annars kosta at hava á dagstovni.
Loysa vit trupulleikan hjá lágløntum fólki við betri arbeiðskorum ella við almennari útjavning?
Er tað rímiligt, at ein stakur uppihaldari skal tjena líka nógv við einari inntøku og almennum ískoyti, sum tvey foreldur við arbeiðsinntøku uttan alment ískoytisgjald?
Ger tað vaksandi útboðið av leiguíbúðum hjá Bústøðum tað bíligari hjá láginntøkufólki at hava tak yvir høvdið, uttan at tað samstundis ger onnur fólk fátøk, tí at húsavirðini falla í kapping við almennum leigubýlum?