TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat umboð fyri Víking, Skála, EB/Streym, TB/FCS/Royn, ÍF, HB, KÍ og 07 Vestur hava at siga um finaluna um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ.
Talan er um brot frá prátunum, sum vóru í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið. Innslagið við teimum átta umboðunum fyri hini átta effo-liðini var eitt innslag í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag.
Á hesari ljóðfíluni hoyra vit:
1) Atli Gregersen (Víkingur)
2) Pætur Dam Jacobsen (Skála)
3) Heðin Askham (EB/Streymur)
4) Jón Krosslá Poulsen (TB/FCS/Royn)
5) Dánjal á Lakjuni (ÍF)
6) Sebastian Pingel (HB)
7) Jonas Flindt Rasmussen (KÍ)
8) Søren Nielsen (07 Vestur)
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.










