Hvat nú um fólkið sigur nei?

“Vit skulu gera breiða semju millum allar politisku flokkarnar.” Hesi orðini eru aftur farin at runga í politisku skipanini. Og tað ljóðar so sera lætt og leskiligt. Vit gera eina semju um broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og so verður fólkaatkvøða, har veljarin kann nikka játtandi til semjuna, sum politikararnir hava gjørt.

 

Avbjóðingin er bara, at tað er sera ymiskt, hvat fólk og flokkar ynskja á hesum økinum. Onkur droymir um loysing, og onkur annar vil hava eina ella aðra skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.

 

Eg var einaferð partur av Stjórnarskipanarnevndini, sum skuldi gera uppskot um eina nýggja stjórnarskipan. Har sótu vit í langa tíð og royndu at gera semju, og vit komu rættiliga langt. Men so komu vit til sjálvan “elefantin í rúminum” - spurningin um ríkisrættarligu støðuna, og tá sprongdist alt í luftina. Summi løgdu stóran dent á, at føroyingar skuldu kunna velja loysing, men hvat so um fólkið segði nei til loysing? - Høvdu tey so valt samband? Nei tað vildu nøkur av hesum somu ikki hoyra talan um.

 

Alt skuldi vera so demokratiskt – fólkið skuldi tala, men kortini skuldu tey ikki sleppa at velja tað, sum stórur partur av føroyingum vilja hava. So stutt rakk demokratiið tá av tornaði.

 

“Nei” til loysing er “ja” til samband

 

Ein partur av føroyingum gongur inn fyri loysing og ein annar partur gongur inn fyri ríkisfelagsskapi, men kanska størsti parturin av fólkinum hevur annaðhvørt onga støðu, ella sigur, at einaferð skulu vit nokk vera sjálvstøðugt land, men tað hevur ongan skund, og her og nú ræður bara um at hava tað gott.

 

Tá hesi verða spurd í eini veljarakanning, um tey velja “samband” ella “loysing”, so svara tey kanska “loysing”. Men tá tey á eini fólkaatkvøðu skulu krossa av, hvussu Føroyar skulu vera um ein mánað ella eitt ár, so ivist eg í, um tey har vilja seta kross við loysing.

 

Og hvat merkir so tað? – Eitt “nei” til loysing, kann tað tulkast øðrvísi enn “ja” til samband?

 

Fólkaatkvøða við einum valmøguleika

 

Eg eri sannførdur um, at vit kunnu saktans finna breiðar semjur um mangt og hvat, men tá tað kemur til sjálvan høvuðsspurningin um samband ella loysing, so verður eingin breið semja. Eg leggi eisini merki til, at mong á loysingarveinginum vilja ikki nevna ríkisfelagsskapin, men siga heldur: “sokallaði ríkisfelagsskapurin”. Hesi fara ongantíð at ganga við til nakra semju, sum er innanfyri tað, sum fyri teimum bara er nakað “sokallað”.

 

Tað eru nógvir politikarar sum droyma um eina fólkaatkvøðu, har fólk kunnu sleppa at velja tað, sum teir sjálvir vilja hava, - men hvat nú um fólkið velur nakað annað?

 

Vit kunnu ikki hava eina fólkaatkvøðu við bara einum valmøguleika.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin