Eg bjóði meg fram á Tjóðveldis-listanum til býráðsvalið, so eg kann gera mítt til at fólk verða hoyrd.
Fyri meg er býráðsvalið politiskt í tann mun, at eg vísi mína politisku støðu. Tað er týdningarmikið, at tjóðveldissjónarmið, so sum, at vit klára okkum sjálv og byggja á og menna føroyska mentan, eru frammalaga í kommunalpolitikki eins væl og landspolitikki.
Samstundis er býráðið fyri mær ikki politiskt merkt meira enn so, at borgarin eigur at verða hoyrdur óansæð politiskan lit - og allir politikkarar eiga at kunna finna felags stev, borgarunum at frama. Ymiskleikin kann, við opinleika, verða styrki, heldur enn veikleiki.
Verður úrslitið, at eg eri millum býráðslimirnar, so skal veljarin vita frammanundan, at eg havi sett mær nøkur mál, ið tó kunnu verða raðfest við atlitið at viðmerkingum og áheitanum, ið borgarin setir fram. Alt verður ikki framt eftir einum degi, ella við einum pennastroki, men við dirvi, árræði og samstarvi, koma vit langt.
Fyri mær er týdningarmikið, at smærru økini í kommununi eru umboðað. Stóru tungu "postarnir" eru í miðjuni, men økini uttanum eru neyðug fyri at hava allar litirnar í palettini. Soleiðis, at Tórshavnar kommuna verður sterka og opna kommunan, har allir borgarar trívast, eisini teir, ið ynskja at njóta og nýta Havnina, men búðleikast í bygdunum. Við einum spennandi og opnum høvuðsstaði kunnu vit gera okkara til, at fólk støðast og nýggj seta búgv í býnum og úti í økjunum.
Tórshavn er býur, men ber meira enn "býar-heitið". At verða høvuðsstaður setir krøv og gevur nógvar avbjóðingar. Høvuðsstaðurin er savnandi fyri allar føroyingar og skal tí fevna og taka móti øllum, alt árið.
Ólavsøkan er í stóran mun savnandi, men alt árið eiga føroyingar at kenna seg væl í høvuðsstaðnum. At tiltøk verða fyriskipað er ein partur, men gerandisdagurin eigur eisini at bjóða føroyingum og gestum vælkomnum í høvuðsstaðin við framsýningum, matstovum, handlum og hugna, uttan at hetta verður sett upp í stevnuskrá.
Høvuðsstaðurin eigur harafturat at verða slóðbrótandi og at verða positiv fyrimynd fyri føroysku bygdirnar og býirnar. Bygdir og býir hava møguleika at skapa síni serøki, men tað er lættari at koma í gongd, tá ið tú hevur onkran at spyrja. Er býráðið í høvuðsstaðum umboðað av politikkarum við visiónum, so er hugaligari hjá starvsfólkum at leggja fram síni hugskot um mennandi og spennandi tiltøk.
Lat okkum tí fara á val og velja umboð fyri Tjóðveldi at standa fyri føroyska høvuðsstaðnum.