Hvat krevst fyri at rødd Miðfloksins verður at hoyra í Býráðnum?

f. Miðflokkin
Jenis av Rana
Við seinasta býráðsval fekk Miðflokkurin 488 atkvøður - tvs. gott og væl 200 ov fáar til at fáa býráðslim valdan. Síðani tá hava tvey Løgtingsval verið, í 2002 fekk Miðflokkurin 601 atkvøðu í Suðurstreymi, men við valið í januar 2004 øktist talið til 790 atkvøður.
Tølini vísa at undirtøkan til Býráðsvalið 2000 var nógv minni enn til løgtingsvalini bæði, og at stór framgongd var til løgtingsvalið seinast. Fortreytin fyri at fáa umboð valt er, at hendan framgongdin heldur sær - og gott og væl tað, tí helst krevjast góðar 700 atkvøður fyri at fáa fyrsta umboðið.
Letur tað seg gera at fáa umboð?
Svarið er tengt at um tú metir, at tað, sum Miðflokkurin ber fram í føroyskum politikki, hevur týdning. Metir tú tað, biðja vit teg um ( enn einaferð) at geva Miðflokkinum at-kvøðu tína, tí hon er avgerandi fyri, at Miðflokkasjónarmið kunnu hoyrast, har avgerðirnar verða tiknar

p.s. Royn og fá onkran við tær at stuðla Miðflokkin.