Hvat hendir við varðhaldsfangunum?

Kári P. Højgaard sendir nú eina almenna áheitan á fútan um at greiða frá, hvør støðan er hjá fangunum, nú ikki er inniverandi á politistøðini fyri blámusoppi. Kreppustøða er á politistøðini. Løgreglufólk flýggja yvir háls og herðar, politistøðin er at kalla niðurløgd vegna hervulig herindi av blámusoppi, men enn er onki frætt um støðuna hjá teimum fongslaðu.

Hvat verður gjørt til tess at tryggja teirra umstøður og heilsu? ? Um løgreglufólk ikki tola at sita á politistøðini 6-8 tímar dagliga, hvussu kunnu fangar so sita alt samdøgrið í hesum hølum, summir enntá avbyrgdir ?

Hetta er ikki nøkur ábreiðsla um ávísan persón, men heldur áheitan um at hava egnaði høli tøk, so eingin við ovurviðkvæmi knappliga kann fáa álvarsama sjúku í hølum, sum løgreglan ikki metir egnaði til sín sjálvs.

Tí verður henda almenna og opna áheitanin send fútanum, um at greiða frá støðuni hjá fangum í varðhaldinum ? Eru umstøðurnar kannaðar og eru tær forsvarligar?, skrivar Kári P. Højgaard í síni áheitan.