Hvat ger man, tá áskoðararnir rýma?

Bólkurin A kind of B..Quartet hevur fingið nokkso blandaða móttøku á skúlunum kring landið. Onkunstaðni eru fólk rýmd, aðrastaðni eru tey ikki sloppin at rýma, og, ja, onkur hevur dámt bólkin. Í Sosialinum mikudagin í seinastu viku tosaðu vit við nakrar ungar gentir í Fuglafirði, sum als ikki dámdu bólkin

Men hvat sigur bólkurin. Vit hittu føroyskt/argentinskt/italienska bólkin úr Boston og tosaðu um tónleik, bakgrund, og um hvat man ger, tá áskoðararnir heldur vilja rýma aftur til roknibókina, enn at vera á konsert við tær. Føroyski bassleikarin Bjarki Meitel var eitt ørindi, meðan eg fekk orð á Marco, Federico og Leo.

Bólkurin hevði júst spælt eina konsert á einum skúla, og næstan allir næmingarnir vóru rýmdir. Teir høvdu kjakast óført á veg oman í Miðlahúsið í Vágsbotni. Skuldu teir broyta skránna til næstu konsert, poppa hana upp, ella slappa meira av, ella skuldu teir halda fæst í tí, sum teir gjørdu.

Teir vóru ikki komnir til nakra semju. Men tað skiltist, at Federico helt, at teir áttu at spæla somu skráð. Tí summum næmingum dámdi jassutta blandingstónleikin, og tað varð týdningarmikið at vísa teimum ungu, at soleiðis kann tónleikur eisini ljóða. Hann helt, at slíkar løtur vóru stórar. Man veit ikki, hvat løtan fer geva, tá man fer á pallin, og kanska sleppur man við tónleikinum at nema við eitt lív, sum kanska rørist á onkran hátt, hetta er týdningarmikið. Um bara nøkur heilt fá vórðu rørd av tónleikinum og soleiðis fingu hug á meira jassi, so var tað gott.

Men teir vóru samdir um, at hetta var ein annarleiðis uppliving. Í USA og Italia hava teir spælt á Universitetum, í kirkjum og á spælistøðum. Hetta var í stórna mun fyri fólki, sum kendu jass, og sum komu sjálvboðin á konsert. Ikki skúlanæmingar sum skuldu á konsert.

Allir í bólkinum hava fingist við tónleik í nógv ár, og eru allir komnir á Berklee College of Music í Boston, við at fara til upptøkuroynd á heimsrundferðini hjá Berklee. Bjarki og Leo fóru til royndina í Argentina, og Marco og Federico fóru til roynd í Italia. Á skúlanum byrjaðu teir at spæla saman, og komu allir við sínum ymisku royndum, og tónlistarliga fjølbroytni varð samansjóða í blandingsjassinum hjá A kind of B.

Framtíðin er óviss fyri bólkin, fleiri eru lidnir at lesa, og onkur er ikki liðugur enn. Men fyri framman liggur ein møguleiki fyri, at teir sleppa við á vetrarkonsertferðina hjá Berkelee, sum fer m.a. til Japan, Týskland og Grikkaland. Eisini royna teir at fáa okkurt útgivð á plátufelagnum hjá Berkelee.

Marco Buccelli
er 23 ár og úr Napoli í Italia, hann spælir trummir
Marco hevur hósat sín unga aldur drúgvar royndir úr rokk og popbólkum í Italia. Seinastu árini hevur hansara áhugi fyri jassi verði vaksandi, og við áhuganum fyri jassi kom eisini hugurin at blanda tónlistarligar greinir.

Federico Casagrande
er 25 ár og úr Badoere í Italia, hann spælir gittar
Federico byrjaði við at spæla klassiskan gittar, men førkaði seg til rokk og reggae og víðari til jass, nú fæst hann mest við jass.

Leonardo Genovese
er 25 ár og úr Venado Tuerto í Argentina, hann spælir klaver, ljómborð og sintuseisara.
Leo byrjaði at spæla pop og rokk í Argentina, og hevur spælt á nógvum útgávum og konsertum í heimlandinum, hann byrjaði spakuliga at gerast bitin av jassi, og hetta er tað, hann fæst mest við nú.

Bjarki Meitel er 34 ár og úr Tórshavn í Føroyum, hann spælir bass
Í Føroyum er Bjarki best kendur sum trummuleikarin í glamrokkbólkinum Chase. Men sum bassleikari hevur Bjarki gjørt sær nógvar royndir bæði í Føroyum og uttanlanda, hann spælir enn nógvar tónlistarligar greinar,