Hvat er minnið

Heilaskaðar eru ymiskir 2:1

Eg má ferð eftir ferð sanna, at tað kann vera sera trupult at skriva um heilan og hvussu hann virkar á føroyskum. Hetta er m.a. orsakað av, at terminologiin ella frøðimálið er rættiliga fátækt. Einasta fyridømi eg havi havt at arbeitt við, er 'LÆKNABÓK 1 og 2 á sjógvi og landi' hjá fyrrv. landslækna, H. D. Joensen frá 1989. Hinvegin er frøðimál landslæknans gott og lættfatuligt. Hinvegin er føroyska málið oftani illa egna til miðeuropeiskt frøðimál. Hetta einahelst tí vit ikki hava eins sterkan vísindaligan siðaarv.
So tað ræður bæði um at nýta tað, sum hesar bøkur goyma, og so at gera nýggj orð, sum ikki fara útum frøðimálið í bókunum og sum eru eins lættfatulig og nýtilig. Hetta ger seg eisini galdandi tá eg nú fari undir at skriva um minnið.
Upprunin til greinirnar um minnið er L. Clare og B. A. Wilson (1997). 'Coping with memory problems. A practical guide for people with memory impairments, their relatives, friends and carers' og Bury St Edmunds: Thames Valley Test Company, sum Jan Magne Krogstad og Cathrine Christiansen frá KreSS í Oslo hava umsett og tillaga á norskum.
------------
?Vit hava fleiri sløg av minnum og tí kunnu fólk við minnistrupulleikum kunnu hava trupulleikar við summum pørtum av minninum meðan restin av minninum virkar sum tað skal.

?Vit tosa ofta um at onkur minnist væl ella minnist illa. Hetta gera vit tí vit hugsa um minnið sum eini evni ella ein førleika. Men í veruleikanum hava vit fleiri sløg av minnum, sum eru samansett av fleiri ymsum pørtum ella førleikum, sum virka á ymsan hátt.

Teir vanligasta fólk við minnistrupulleikum spyrja er:
?Hví minnist eg tað, sum hendi fyri fleiri árum síðani, men minnist ikki tað sum fólk júst hava sagt ella tað, sum hendi í gjár?

?Hví minnist eg andlitið á fólki, men ikki hvussu tey eita, hóast eg kenni tey væl?

?Hvussu kann tað vera at ofta tá eg skal siga okkurt sum eg 'veit alt um', eru orðini knappliga burtur tá eg skal siga tað?

Svarið er m.a. at minni ikki bert er ein funktión, men fleiri og at ólíkir partar av minninum virka óheftir av hvørjum øðrum.
Tað er avgerandi at vita hetta, skulu vit gera okkum vón um at skilja minnistrupulleikar og hvussu vit kunnu bøta fyri tað mista.

Hvørji sløg av minni hava vit?
Til tess at fáa eina betri fatan av hvat minni er, ber til at býta tað soleiðis sundur:

1.Gildistíð - tað vil siga: hvussu leingi varar minnið (minnið er orðið vit nýta um tað, sum ikki skal gloymast)
2.Slag av informasjón sum skal minnast
3.Hvat skap hevur informasjónin
4.Stig í minninum ella minnismannagongdini
5.Hvat slag av minni er neyðugt
6.Hvørt minnið er frá tíðini áðrenn ella aftaná skaðan

1. Gildistíð - hvussu leingi varar minnið?
Tað er avgerandi hvussu long tíð gongur frá vit móttaka informasjónina til henda aftur skal minnast. Út frá hesum kunnu vit býta minnið sundur í:
-Arbeiðsminni ella minnisvídd (spennivídd) (stuttminnið ella fyrra minnið (H.D. Joensen, Læknabók, Bind 1))
- Langminnið ella seinna minnið.
- "Framtíðarminnið" eller ætlanarminnið.

Hesi 3 sløgini av minni fevna um ymisk tíðarskeið og virka hvør sær:

Arbeiðsminnið eller minnisvídd:
Hetta er beinleiðis minnið fyri informasjón frá seinastu sekundunum. Hetta minið nevna vit eisini stuttminnið ella fyrra minnið. (eg nýti her heitið fyrra minnið) Hetta slagið av minni nýta vit td. tá vit skulu finna eitt nummar í telefonbókini og skullu minnast tað so leingi, at vit eisini kunnu ringja hetta nummarið. Vit nýta eisini hetta slagið av minni tá vit luttaka í eini samrøðu.


Langminnið (ella: seinna minnið)
Hetta er ein serstøk skipan har informasjónin verður goymt til hon skal nýtast aftur. Seinna minnið kunnu vit eisini siga, er býtt sundur í fleri partar:

Ábært minni er minni fyri tað, sum nýliga er hent ella nýggja informasjón (frá seinastu minuttunum). Samanbera vit við eina teldu, so kunnu vit siga, at hitt ábæra minni er tað, sum er á skerminum júst nú.

Nýligt minni er minni fyri hendingar ella informasjón frá seinastu døgunum tvs. tað, sum hendi í t.d. síðstu viku. Samanbera vit aftur við telduna, so er nýliga minnið tað, sum júst er goymt

Fjarminni er minni fyri hendingar ella informasjón sum er savnað saman gjøgnum fleiri ár, t.d. tað sum hendi tá vit vóru børn og gingu í skúla. Samanborið við telduna, er fjarminni tað, sum hevur ligið leingi á telduni.

Framtíðarminnið ella ætlanarminnið
Hetta er minni fyri tað, vit ætla okkum at gera í komandi minuttum, døgum, vikum ella mánaðum sum t.d. at minnast at ringja til onkran vit hava avtalu við, at minnast tíðina vit hava hjá tannlæknanum ella at bíleggja ferðaseðlar til summarferðina við Norrønu.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Hevur hin skaddi trupulleikar við minninum er vanligt, at han eisini hevur trupulleikar við onkrum av tí, sum er nevnt omanfyri, meðan nógv annað als ikki er nervað. Hóast minnistrupulleikar, so gongur væl hjá teimum flestu at t.d. ringja eitt nummar, tvs. at minnast nummarið so leingi tað tekur at ringja. Hetta fortelur okkum, at tað beinleiðis minnið virkar væl. Somu persónar kunnu eisini minnast alt, sum hendi fyri fleiri árum síðani, tvs. at seinna minnið eisini riggar væl. Hinvegin kunnu tey hava stórar trupulleikar við at læra okkurt nýtt ella at móttaka nýggja informasjón. Tey gloyma skjótt, serliga um okkurt kemur ímillum. Eitt dømi kann vera, at tey skjótt gloyma eini telefonboð. Ætlanarminnið er ofta so oyðilagt, at hin skaddi hevur ilt við at minnast avtalur og annað, sum skal gerast.
Tað minnistrupulleikarnir eru av tílíkum slag, siga vit at hin skaddi hevur amnestiska sjúkumynd (syndrom).

2. Hvat slag av informasjón skullu vit minnast?
Slag av informasjón ella evni, sum minnast skal kann vera:
-Fakta (sannroyndir)
-Personligar royndir
-Kynstur, rutina og ymsar mannagongdir fyri hvussu hetta og hitt skal gerast.

Faktaminnið
Fakta er tað vit hava lært okkum fyrri ella seinni í lívinum sum t.d. at París er høvuðsstaðurin í Fraklandi og at Haraldur Hárfagri savnaði Noregi til eitt ríki; at ketta og hundur eru pelsdjór og hava 4 bein, men at kettan sigur mjav meðan hundurin goyr. Vanliga minnast vit ikki nær, vit lærdu júst hetta, tað einasta vit vita er, at vit hava lært tað.

Minni fyri persónligar royndir
Hetta slagið av minni hevur at gera við tað, sum er hent okkum gjøgnum lívið og tað, sum skapar okkara persónligu (egnu) minnir. Tað kann vera okkurt vit hoyrdu við døgverðaborðið í gjár ella okkurt, sum hendi tá vit vóru børn sum t.d. fyrsta skúladagin.

Minnið fyri kynstur, vanar og mannagongdir
Hetta er tað slagið av minni vit hava fyri neyðini til tess at vit kunnu minnast hvussu vit fremja ymiskar hendingagongdir sum t.d. at koyra bil, seyma ein knapp í og skriva bræv á telduni. Hetta slagið av royndum ella kynstri er oftast sjálvvirkandi (automatiserað) aftaná at vit hava gjørt tað so og so ofta. Vit duga tað uttanat.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Viðhvørt hava fólk við minnistrupulleikum størri trupulleikar við at minnast persónligar royndir enn at minnast fakta. Hjá summum kann tað tó vera øvugt.
Men hóast stórar trupulleikar við at minnast persónligar royndir og fakta, so kan restin av minninum vera í fínasta lagi. Summi hava trupulleikar við at minnast hvør er løgmaður, men minnast framvegis hvussu tey skulu spæla klaver, gera mat o.sfr. Mong kunnu eisini læra nýggjar kynstur hóast minnistrupulleikar. Tað vil siga, at við nógvari venjing ber til at læra seg at skriva á teldu, men tá onnur spyrja, minnist hin skaddi kanska als ikki nær hann hevur lært tað.

3. Í hvørjum skapi verður informasjónin goymd í minninum?
Tað sum vit fáa inn og goyma í minninum kann hava ymiskt skap. Tað týdningarmesta markið liggur millum verbalt (tað hoyrda) og visuelt (tað sædda) minni.

?Verbalt minni er minnið fyri informasjón gjørd av orðum, antin skrivliga ella munnlliga.

?Visuelt minni er minnið fyri lutir sum skulu minnast í visuellum skapi, eitt nú andlit, mynstur ella hvussu húsini síggja út innan.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Summi fólk við minnistrupulleikum minnast lættari tað, tey hava sæð enn tey minnast tað, tey hava hoyrt. Tey minnast t.d. væl andlit, men hava sera ilt við at minnast nøvn. Hjá øðrum kann tað vera øvugt. Tey hava ongar trupulleikar at minnast og framsiga eina yrking, men tey kenna ikki síni egnu hús aftur. So tá vit tilrættisleggja hjálpitiltøk fyri fólk við tílíkum minnistrupulleikum, er tað av avgjørdum týdningi at vit hava tann neyðuga kunnleikan bæði um skaðan og um, hvussu vit bøta fyri skaðan ella vantandi funksjónina.

4. Tey ymisku stigini í minnismannagongdini?
Tað at minnast er einki kynstur, men ein mannagongd sum er sett saman av fleiri ymsum kynstrum og evnum. Evnið at minnast fevnir um 3 stig. Hesi eita innkoding, goyming og afturheinting. Fyri at vit kunnu skilja hvat hetta er, kunnu vit samanlíkna tað við at finna eina bók á bókasavninum:

?Innkoding fevnir um at inntaka informasjón og skráseta hana. Á bókasavninum er tað tað sama sum at fáa eina nýggja bók og síðani geva henni eina goymslukodu.

-Goyming fevnir um tað at leggja informasjón inn í minni og goyma hana á einum staði, har hon er løtt at finna aftur. Á bókasavninum er tað tað sama sum at seta bókina á eina hyll, í eini ávísari evnisdeild, flokka í alfabetiskari røð.

-Afturheinting er tað at minnast informasjónina tá tað er neyðugt. Á bókasavninum er tað tað sama sum at lánarin kann finna goymslukoduna á telduni og síðani fara eftir bókini har bókavørurin hevur sett hana.

Evni okkara at minnast kunnu ávirkast av trupulleikum í hvørjum einstøkum av hesum stigum. Lat okkum tí taka enn eitt 'bókasavnsdømi'. Um so er at bókin ikki fær eina goymslukodu og soleiðis ikki gerst ein partur av bókasavninum, verður hon neyvan lisin av nøkrum. Verður bókin goymd í skeivari evnisdeild, finnir eingin hana, hóast hon er á bókasavninum. Og at enda: um lánarin ikki kennir goymsluskipanina, hevur lánarin stórar trupulleikar við at finna røttu bókina.
Hetta vil, tá vit tosa um minnið siga tað sama sum, at nýggj informasjón ikki verður goymd og kann tí ikki afturheintast tá tørvur er á hesum. Ella: um informasjónin er goymd á skeivum stað, verður tað ógjørligt at finna hana aftur á sama hátt sum tað ikki ber til at finna informasjón sum er goymd á røttum stað, vita vit ikki hvussu vit finna hana.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Tá tað snýr seg um minnistrupulleikar kunnu eitt ella fleiri av áður nevndu stigum vera ávirkað. Fólk við minnistrupulleikum kunnu antin hava tað trupult við at inntaka informasjón, at goyma hana í minninum ella at finna hana aftur. Vit kenna øll hvussu tað er at 'orðið liggur á tunguni', men tað vil ikki út. Hetta er ein vanligur trupulleiki hjá fólki við minnistrupulleikum, sum elvir til at tey ofta gerast vónsvikin.

5. Hvat slag av minni er neyðugt?
Aloftast hava vit fyri neyðini at minnast uttan hjálp frá øðrum. Vit noyðast tá sjálvvirkin kunna heinta okkurt fram ella minnast informasjónir aftur, altso: at kunna 'minnast at minnast' av okkum sjálvum. Eru vit heppin hava vit nøkur leitorð sum kunnu hjálpa okkum. Skulu vit fortelja um okkurt sum hendi í gjár, hjálpir tað altíð um tann, vit fortelja fyri, setur okkum spurningar. Hesir spurningar gerast tá leitorð sum seta minnið í gongd.
Viðhvørt hava vit fyri neyðini at kenna okkurt aftur sum vit hava sæð ella hoyrt fyrr. Skulu vit finna aftur eini hús ella okkurt stað, vit fyrr hava verið, fáa vit aloftast hjálp frá ymsum lutum, sum seta minnið í gongd. Hetta kann vera ein heyggur, eitt skelti ella okkurt annað.
Tað at kenna okkurt aftur sum vit hava sæð ella hoyrt fyrr, er vanliga lættari enn at heinta tað fram aftur úr minninum. Tað er lættari at kenna ein sang aftur tá ein hoyrir fyrstu tónarnar enn tað er at skulla murra lagið uttan hjálp. Á sama hátt er tað lættari at finna aftur til eitt stað vit fyrr hava verið, enn tað er at skulla greiða øðrum frá hvussu tey koma hagar.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Fólk við minnistrupulleikum halda ofta tað er lættari at kenna kendar lutir aftur enn tað er at heinta informasjónir um lutirnar fram úr minninum. Tað er tískil eisini lættari at kenna fólk aftur enn tað er at minnast, hvussu tey eita. Men hjá fólki við minnistrupulleikum er hetta bara nógv verri enn hjá vanligum (ikki skaddum) fólki.

6. Er minnið frá tíðini áðrenn ella aftaná skaðan?
Tá onkur hevur fingið ein heilaskaða er neyðugt, at vit duga at skilja ímillum minni, sum eru goymd lutfalsliga áðrenn og aftaná skaðan. Á fakmáli rópa vit hetta retrograd og anterograd minni:
Retrograd minni er minni sum fevnir um hendingar og informasjónir frá tíðini áðrenn skaðan (sum var orsøk til minnistrupulleikarnar).
Anterograd minni er minni sum fevnir um hendingar og informasjónir frá tíðini aftaná skaðan.

Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum?
Ofta hava fólk við minnistrupulleikum trupulleikar við at læra nýtt (anterograd minni), meðan minni frá tíðini áðrenn skaðan er lutfalsliga varveitt. Men hjá summum er tíanverri eisini minni frá tí sum hendi áðrenn skaðan (retrograd minni) eisini skatt. Hetta sæst best við at hin skaddi væl minnist tað, sum hendi fleiri ár áðrenn skaðan, meðan hann minnist illa tað, sum er hent stutt fyri skaðan. Summi minnast als einki av tí, sum hendi beint áðrenn ella seinastu 5-10 árini áðrenn skaðan.