Hvat er grundgevingin fyri framhaldandi ríkisfelagsskapi

So upprann tann dagur tá skøtil bleiv settur á samráðingarnar millum Føroyar og Danmark, hvussu viðurskiftini skulu verða landanna millum í framtíðini. Ikki kann sigast annað enn at samfelagskjakið hevur verið merkt av fullveldisætlanum landsstýrisins, og mangt áhugavert er komið fram í hesum sambandíð.

So upprann tann dagur tá skøtil bleiv settur á samráðingarnar millum Føroyar og Danmark, hvussu viðurskiftini skulu verða landanna millum í framtíðini. Ikki kann sigast annað enn at samfelagskjakið hevur verið merkt av fullveldisætlanum landsstýrisins, og mangt áhugavert er komið fram í hesum sambandíð.

Sama dag sum samgongan var skipað, vóru sjálvandi viðmerkingar frá flokkum; eitt nú kunngjørdi formaður Javnaðarfloksins at hann bert kundi taka undir við síðu 1 í samgonguskjalinum; har kunngjørt er hvar evsta vald í Føroyum skal liggja og annars í stórum hvat ætlan landsstýrisins er á tjóðskaparliga økinum. Sambandsflokkurin kom við sínari siðagomlu remsu um neyð og undirgang.

Síðan gekk kjakið, landsstýrið legði við jøvnum millumbilum fram hvussu langt arbeiði var komið, meðan føroya fólk var vitni til eitt mótspæl frá andstøðuni, sum var heldur tannleyst; tí borgarar í hesum landinum vildu hava grundgevingar fyri hví man var ímóti, og góðtóku ikki at ein skuldi vera ímóti ? bert fyri at vera ímóti. Men eitt sprell andstøðurnar var tó, at fáa danskar politikarar, kropp á kroppi til Føroya, og á fundum hjá bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, var fremsti peikifingurin á lofti, og politisku talurnar stóðu lítið aftan fyri villastu dómadagstalurnar, har undirgangur og neyð stóð ovast á breddanum, væl at merkja bert um »ríkisfelagsskapurin« fór í søguna.

Men sum fráleið legði Javnaðarflokkurin út við einum »skipaðum mótspæli« og tann »blái faldarin« sá dagsins ljós. Her legði flokkurin kortini á borðið; evsta vald skuldi verða í Føroyum og liggja hjá Føroya Løgtingi, statsstuðulin skuldi minka, í samsvar við føroyska búskapin, føroyingar skuldu hava ræði á uttanríkispolitisku málunum, sum høvdu við Føroyar at gera, øll mál millum Føroyar og Danmark skuldi kunna yvirtakast o.s.fr., ? fullveldistankar helt onkur?

Um sama mundið legði Sambandsflokkurin sítt boð fram um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark; har var ikki nógv nýtt at hóma, uppskotið kom meira inn á hvat Sambandsflokkurin ikki kundi ganga við til, heldur enn at vísa á nakað ítøkiligt, men fyri okkum vildu ynskt at tað var meira árræði var í afturhaldskreftunum í Føroyum, er tað hóast alt ein framgongd at sambandsflokkurin yvirhøvur vil hoyra um at viðurskifti millum Føroyar og Danmark yvirhøvur verða tikin uppá tungu. Sambandsflokkurin er fyri sovítt umskiltur í øllum hesum kjakinum, tí at skipanin sum hann helst vil hava, hevur einki við nútíðina at gera, og at teir í dag kunnu taka undir við nógvum, sum bert fyri 15 árum var óhugsandi, vísir bara at teir helst eisini taka undir við fullveldinum, tá teir hava uppdaga hvat tað inniber.

Men tá Javnaðarflokkurin varnaðist at landsstýrið var til at tosa við, útfrá tí, sum stóð í faldaranum og at »evsta vald og fullveldi« er tað sama, mátti finnast út av hvat so skuldi gerast fyri at halda seg framat sum ein flokk í andstøðu; og so kom tað: »ríkisfelagsskapurin«!!!

Síðan tá hevur andstøðan tvíhildið um »ríkisfelagsskapin«. Øll framtíðarviðurskifti skulu dreyga um henda vælsignaða »ríkisfelagsskap«, alt annað er óhugsandi, eisini um »annað« kanska merkir enn betri og greiðari viðurskifti millum londini.

Jóannes Eidesgaard vil gera ríkisfelagsskapin til tann felagsskap sum hvørt mansbarn kennir, men tað er ikki sannheit. Ì veruleikanum er ríkisfelagsskapurin eitt ella annað sum er millum Føroyar og Danmark, sum eingin ? heldur ikki Jóannes Eidesgaard ella Edmund Joensen kunnu seta orð á hvat er; valdsbýtið er sum harra gud veit, serfrøðingar mugu sita í dagavís fyri at greiða ein spurning, og endaliga sóu vit tað í nítiárunum, tá var alt sum tað var ein »statsligur vavgreytur«, sum endaði við einari semju millum donsku stjórnina og Den Danske Bank; eina og aleina av tí at ein rættarsak hevði avdúka meira enn gott er ? bæði fyri stjórnina og bankan ? jú takk, eina meira fløkta skipan enn »ríkisfelagsskapin« millum Føroyar og Danmark finnur tú helst ongastaðni í heiminum og hetta skal vera knútapunktið?

Tað er skeivt at gera »ríkisfelagsskapin« til ein spurning um pengar, og seta krónutal á, tí hann er so nógv annað? tað er niðurlagið hjá afturhaldinum. Men hvør hevur gjørt ríkisfelagsskapin til ein spurning um pengar? Hvør hevur rópt og geyla um skerda vælferð, neyð og undirgang, tang og tara, hvørja ferð røddir hava verið frammi um at fáa alt vald heim til Føroyar? Hvør hevur sett tøl á hvat kemur úr danska statskassanum, uttan at koma inn á hvat fer hinvegin??? Ja nevniliga sambands og javnaðarkórið tá tað ljoðar allar best.

Tit hava remsa upp tøl, og ongantíð gjørt tykkum tann ómak, at greitt føroya fólki frá hvat hesin »nýggi« ríkisfelagsskapin skal innihalda.

Veruleikin er helst tann at tað finst ikki eitt altern`tiv til fullveldisætlan landsstýrisins, sum ein samlað andstøða stendur aftanfyri; tí tey sum bara fylgja eitt sindur við í føroyskum politikki kunnu síggja at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu ikki semjast um ein tjóðskaparpolitikk. Til tað má Javnaðarflokkurin kasta alt á sjógv, sum hann higartil hevur sagt seg umboða á ríkisrættarliga økinum og mangir eru teir javnaðarveljarar sum ikki fara at góðtaka hetta; og skal Sambandsflokkurin bara nærkast Javnaðarflokkinum, verður eitt ramarskríggj, tað fer tann sanni sambandsveljarin ikki at góðtaka. Tað einasta sum hesir flokkar kunnu semjast um í dag er at mótarbeiða ætlan samgongurnar, kosta hvat tað kosta vil; eisini brotin lyfti - hugsið bara um valstríði hja Javnaðarflokkinum og tann rikna politikkin hjá flokkinum í hesum valskeiðinum.

Samráðingarnar fríggjadagin tann 17. mars fara helst seint úr minninum hjá føroya fólki.

Um vit sálda eftirklókskapin hjá afturhaldinum og gloyma teirra »hygg hvat søgdu vit ? kom heim og skammi tykkum«, so fall tað helst okkum øllum fyri hjartað at síggja hvussu statsministarin hóvreiggjaði sær, og førdi seg fram sum tann braneggjaði statsleiðarin, sum vildi vísa hvar skápið skuldi standa.

Uttan mun til hvat ein heldur um fullveldið ella samband, so eiga allir føroyingar at taka støðu burtur frá tílíkum framferðarhátti.

At Nyrup leikaði so í, skuldi eitast at vera at stjórnin bert vildi spæla við opnum kortum. Álvaratos samráðingar eru samráðingar, tað er líkamikið hvørjar samráðingar talan er um, hattar er ikki ein háttur sum verður nýttur nakra staðni, men hví nýtti Nyrup henda ólátaða mátan??? Burtursæð frá at Nyrup hevði eina sera óhepna hond, tá talan er um »fællesskabet i nordatlanten«, so sá hann ein møguleika sum helst ikki vardi nakran.

Føroyar kann nevniliga »brúkast« í so mongum sam bandi, bæði til at tekkjast stórveldum har undirhondsavtalur vóru gjørdar sum føroyskir politikarar einki vistu um (hernaðarmálið); men eisini í innanríkisviðurskiftum kann okkara oyggjaland »brúkast«, tí eitt sum Nyrup ikki hevði brúk fyri tá samráðingarnar byrjaðu var at virka sum ein veikur statsleiðari, til tað var hansara innanríkispolitiska støða alt ov viðbrekin; niðurgangandi veljarakanningar, broytingar í sjálvari stjórnini, óheppin handfaring av stjórnarviðurskiftinum í Eysturríki ? eru bert nakrir av politisku brotasjógvunum, sum Nyrup hevur barst við, og síðan kom landsstýrið á fund við einum»útspæli« ? ikki einum kravi, men eitt samráðingarútspæl; tað var funnin fressur at tekkjast danum og afturhaldinum í Føroyum ? og hann nýtti so reiðiliga høvið, hann fór eftir manninum heldur enn bóltinum, men eg ivist onga løtu í at morasku timburmennirnir hjá Nyrup hava verið stórir leygarmorgunin.

Men hvat eru grundgevingarnar hjá donsku stjórnini at tvíhalda um at hava Føroyar í »ríkisfelagsskapinum«??? Hví er tað avgerandi at hava Føroyar »innanfyri«???

Burdi tað ikki verið partur av áhugamálinum hjá donsku stjórnini, at fingið eina skipan sum minkar um útreiðslurnar til Føroyar?

Skuldi teir fylgt sínum egna uttanríkispolitikki upp, so skuldi eingin ivi verið um at útspæl landsstýrisins skuldi verið søtur tónleikur fyri donsku stjórnina. Tí um allan heim eru danir millum teir fremstu at viðurkenna sjálvstøðug lond, gjøgnum altjóða felagsskapir vifta teir við viðtøkum og lógum sum tryggja londum, sum hava tikið fullveldið, eina rímuliga yvirgangastíð, fyrstir eru teir at samla pening inn til hesi somu endamál. Men tá talan er um Føroyar, fær pípan eitt annað ljoð, vilja vit ikki trína »ríkisfelagsskapsdansin«, so eru treytirnar hesar og hesar, hetta sigur Nyrup, áðrenn samráðingaruppskotið hjá landsstýrinum yvirhøvur er lisið og tíansheldur viðgjørt og analysera av stjórnini?

Við hesum grundarlaig má ein spyrja seg sjálvna hvar grundgevingarnar hjá stjórnini eru fyri at vilja hava Føroyar í ríkinum??? Er ein inntøkukelda burtur, tá Føroyar hava tikið fult ræði á øllum viðurskiftum? Tjenar danska stjórnin u ppá Føroyar? Væntar stjórnin veruliga at landsstýrið bert vil krevja reinan valuta í einari skiftistíð, fyri framhaldandi at skapa eitt samfelag sum als ikki er burðardygt til tann føroyska landskassan, soleiðis sum vit hava upplivað tað í »ríkisfelagsskapinum«??? ? hvar er so endamáið hjá landsstýrinum at seta fram ynski um at klára seg sjálvan?

Tí eitt er so sólarklárt: »ríkisfelagsskapurin« er ikki ein spurningur um »gensidig respekt«, »fælles kulturel baggrund«, »samarbejde mellem broderfolk« ella nakað annað sum hevur við menniskjalig virði at gera, til tað nýtist ikki nakar »ríkisfelagsskapur«.

Tá alt kemur til alt, so er núverandi felagsskapurin millum Føroyar og Danmark ein spurningur um hvør hevur valdið, reinar krónir og oyru, hvør betalir til hvat og hvat kann fáast afturfyri; tí at ganga runt og halda tað, at danska stjórnin góðtekur eina útreiðslu síðu uppá 1,4 milliard til Føroyar árliga, uttan at kunna bókbóka í minstalagi somu upphædd, tað er vera meir enn góðtrúgvin og naivur tilsamans, tí so langt røkkur danski solidariteturin ikki.

Hvar liggur so grundgevingin fyri framhaldandi »ríkisfelagsskapi«?


Áki Andreasen