Hvat er First Lego League?

First Lego League er fyrst og fremst ein felagsskapur, sum skal kunna um náttúrutøkni millum ung. Harnæst er tað ein kapping, sigur Kurt Madsen, sum er fyriskipari av Føroyar First Lego League


Ein partur av tiltakinum leygardagin fór við at greiða foreldrum og øðrum óvitandi um, hvat First Lego League í roynd og veru er fyri nakað.
- First Lego League er fyrst og fremst ein felagsskapur, sum skal kunna um náttúruvísind millum ung. Harnæst er tað ein kapping, har tey luttakandi skulu byggja ein robott, sum skal loysa nakrar uppgávur. Síðani skulu tey seta seg inn í nøkur partsevni av eini størri evni, og síðst men ikki minst skulu tey so gera eitt show, greiðir Kurt Madsen frá.
Hann vísir eisini á, at skúlarnir eru partur av First Lego League, og tað fegnast hann eisini um.
- Men, sigur hann, tað er øgiliga umráðandi at halda fast við, at First Lego League ikki er skúli. Her er tað ikki lærararnir sum skulu læra næmingarnir nakað, men næmingarnir, sum skulu læra og hjálpa hvørjum øðrum, slær Kurt Madsen fast.
Uppgávan og banin at arbeiða á var so kunngjørt á Føroya Tele leygardagin. Frá nú av og átta vikur fram, skulu næmingarnir so arbeiða við ársins evni sum er nanoteknologi. 11. november verður so finalan millum tey 17 føroysku liðini, sum luttaka, og vinnarin sleppur so til Skandinavisku finaluna, sum verður í Svøríki 2. desember.