Hví vil leiðslan í býráðnum ikki útflýggja grannskoðaðan roknskap, hvat skal fjalast, er tað nakað við órøttum samsýningum til býráðslimir, borgarstjóra og varaborgarstjóra? Hevur kommunala eftirlitið kanna hetta mál, ella lata tey tað bara fara aftur við borðinum, sum við so nógvum øðrum málum.
Hví góðtóku býráðslimir, at starvsfólk í umsitingini vóru so illa jagstrað, at tey føldu seg noydd til at siga seg úr starvi? Eru øll so væl dresseraði av ovastu leiðslu, at tey siga ja og amen til alt. Tað er ringt at trúgva, tí tað líkist apunum, ið einki síggja, einki hoyra og einki siga, og so galið kann tað ikki vera, ella?
Hví lata alt um seg ganga, øll sýnast at vera líkasæl, eingin rópar varskó, eru øll veruliga bangin fyri at blíva hótt og forfylgd, um tey siga nakað, er tað hetta borgararnir á Tvøroyri vilja og ynskja, ja, so er tað bert at tiga og harvið samtykkja tað verandi.
Livst so spyrst.