Fagra veðrið, vit hava havt seinastu dagarnar tykist ikki at halda sær. Í dag boðar hann frá hvøssum vindi og skrið av eystri og landsynningi og møguliga regni. Hitnin verður tó millum 8 og 11 stig.
Um veðrið í morgin sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðahúsinu, at fyrrapartin verður hvassur vindur av eystri og regn. Seinnapartin verður minni vindur av suðuri og yvirhvøur turt. Hitin í morgin verður eisini millum 8 og 11 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.