Tað er ikki bara hvassur stormur nógvastaðni kring landið í kvøld, men vandi er eisini fyri hálku - og stormur og hálka saman er ein vánalig blanding hjá teimum sum koyra í bili.
Landsverk sigur, at roknast kann við hálku um Gjáarskarð, á Sandavágshálsi, á vegnum kring Vatnsoyrar og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum.
Hesa fráboðan hevur Landsverk lagt út á sína heimasíðu í kvøld, og tí er spurningurin, um tað yvirhøvur er ráðiligt at koyra á nevndu vegastrekkjum.










