Hvar vóru prógvini tá eg varð koyrdur?

Løgmaður hevur ógvuliga stutt og minni, og hevur eftir hondini fingið ein trúvirðistrupulleika, heldur Johan Dahl, sum bert slapp at sita í tríggjar vikur í starvinum sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, áðrenn Jóannes Eidesgaard loysti hann úr sessinum

Johan Dahl slapp bert at sita tríggjar vikur í sessinum sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, áðrenn løgmaður, Jóannes Eidesgaard valdi at taka stólin undan honum og bjóða Bjørn Kallsø sessin. Tá var millum annað ført fram, at tað var so mikið nógv grums um persónin Johan Dahl, at hann var tyngjandi fyri politisku skipanina, so hann var noyddur at koyrast frá, um arbeiðsfriðurin skuldi tryggjast.
- Hatta vísir bara, at tað er ógvuliga ymisk kriteriir landsstýrismenn vera koyrdir út frá, tí hvar vóru prógvini, tá eg var koyrdur frá, spyr Johan Dahl í Sambandsflokkinum. - Eg gjørdi onki gali, men varð koyrdur atlíkavæl, meðan Bjarni Djurholm sambært Dagmar Joensen hevur framt ólógligheitir í fleiri ár, og tað verður ikki kannað, vísir Johan Dahl á, og sipar hann til Dag og Viku í gjárkvøldi, har løgmaður segði seg muga hava dokumenteraðar veruleikar, áðrenn tað kann fáa nakrar avleiðingar.

Bjarni má reinsast
Alt byrjaði annars við koyripengum, sum Dagmar metti seg hava rætt til. Tað hevði hon ikki, staðfesti landsgranskoðarin, og Dagmar Joensen fekk valið ímillum at vera koyrd ella finna hurðina sjálv. Her var málið fyri so vítt ikki vorðið politiskt, men tað gekk ikki long tíð áðrenn tað varð tað.
Dagmar Joensen leggur grovar ákærur fram móti Bjarna Djurholm. Skuldsetingar, sum ikki bara mugu sleppa at hanga ósvaraðar í luftini, sigur Johnn Johannesen frá Javnaðarflokkinum, aðrastaðni í blaðnum. So skuldi ein trúð, at tað var Bjarni sum skuldi svara fyri seg, men so er ikki, tí svartiper liggur í løtuni hjá løgmanni. Tað staðfesti tjóðveldistinglimuurin, Tórbjørn Jacobsen, í Útvarpinum í gjárkvøldi, tá hann segði at fyri hvønn minutt sum gekk, flutti lorturin seg frá Bjarna og yvir í fangið hjá løgmanni, Jóannes Eidesgaard.
Hetta er eisini nakað, Johan Dahl ikki er ósamdur í, tí hann sigur við Sosialin í dag, at hann metir at løgmaður eftir hondini hevur fingið ein trúðvirðistrupulleika. - Eg haldi eisini, at tað er sakin er vend á høvdið, tí tað er løgmaður sum eigur at prógva, at Bjarni ikki hevur gjørt nakað galið, og harvið reinsa hann, og ikki at Dagmar Joensen skal prógva sínar ákærur, áðrenn nakað verður gjørt, sigur Johan Dahl.

Stuðla Dagmar
Dagmar Joensen stendur ikki einsamøll í stríðnum við landsstýrismannin í Vinnumálum. Fyrrverandi nevndarlimurin í Framtaksgrunninum, Árni Dam, hevur verið alment frammi og váttað, at hann veit um at Bjarni hevur ringt til Dagmar. Og sambært tí Dagmar segði við hann tá, var tað talan um hóttanir. Wilhelm Petersen, fyrrverandi formaður í Framtaksgrunninum sigur við Dimmu í gjár, at tá hann var í grunninum fingu tey heldur ikki arbeiðsfrið fyri Bjarna Djurholm. Eisini Rúna Hjelm, fyrrverandi nevndarlimur í Framtaksgrunninum, stuðlar Dagmar tá hon sigur, at hon bara hevur gott at bera Dagmar Joensen sum forkvinnu í Framtaksgrunninum.
Prógv ella ikki, so hava hesi trý havt tilknýti til Framtaksgrunnin, virkað undir Bjarna Djurholm sum landsstýrismann í Vinnumálum, og á hvør sín hátt stuðla tey við útsagnum sínum Dagmar Joensen í málinum.

Aðru ferð at løgmaður verjir Bjarna
Í málinum við Dagmar Joensen og Bjarna Djurholm skerst ikki burtur, at løgmaður við sínum útsagnum verjir landsstýrismannin í Vinnumálum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Jóannes Eidesgaard tekur Bjarna Djurholm undir veingir sínar. Tað gjørdi hann eisini fyrr í ár, tá Bjarni Djurholm februar var vestan hav og át morgunmat saman amerikanska forsetanum. Tá segði Bjarni Djurholm, at hann rindaði alla ferðina úr egnum lumma. Hetta vísti seg ikki at vera satt, men eisini tá trein Jóannes Eidesgaard fram og vardi Bjarna Djurholm og segði,