Hvar skulu vit seta X krossin?

Skulu vit velja ein kinesara í Kina?

Eg havi ein stóran trupulleika við, at øll valevnini, ið bjóða seg fram, siga og skriva nógv um, hvat tey ætla og vilja gera tá ið tey verða vald inn á Løgting.
Veruleikin er jú, at eingin torir at siga tingini við rætta navni sínum og kalla ein spaka fyri ein spaka, tí so eru tey bangin fyri at missa atkvøður.
Eingin teirra torir at siga hvussu alt skal fíggjast og gerast ítøkiligt, skatturin skal ikki hækkast, sjálvbjargni skal økjast, bíligar vørur í handlarnar og so framvegis.
Tey halda, at tey kunnu skræða seg og klára at blása og hava mjøl í munninum samstundis, tey fara upp á tjólegg og detta niður á langlegg.
Tey hava alt omanfyri hálsvølin og tí kunnu vit líka so gott velja ein kinesara í Kina, sum tey valevnini, sum bjóða seg fram, úrsliti verður tað sama.