Hvar skal Smyril liggja

Í dag, leygardag, verður Smyril flotaður av sponsku skipasmiðjuni. Men avgerðin um atløguviðurskiftini liggur framvegis í Mentamálaráðnum, har landsstýrismaðurin hevur eitt greitt tilmæli frá Fornminnisnevndini um at friða økið kring Tinganes at halda seg til.

Ein samd Fornminnisnevnd heldur fast við kravið um at friða økið kring Tinganes.
Hetta er veruleikin, ið Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur at halda seg til, nú málið um atløguviðurskiftini hjá Smyrli í høvuðsstaðnum er endað á hansara borði.
Jógvan á Lakjuni hevur í vikuni fingið eitt upprit frá fyrisitingini hjá sær í Mentamálaráðnum.
Uppritið lýsir tey fornfrøðiligu atlitini í málinum, og tað eru hesi, ið landsstýrismaðurin skal halda seg til. Og hesi stava í høvuðsheitum frá ráðgevandi myndugleikanum á økinum, nevniliga Fornminnisnevndini.
Men Jógvan á Lakjuni vil ikki seta málið so fýrkantað upp. Hann vísir á, at her er talan um eitt stórt mál, sum hann í næstum fer at taka upp á landsstýrisfundi.
- Í síðsta enda er tað eg, sum skal taka avgerðina, men eg vil fegin tryggja mær undirtøku fyri tí, sum eg geri, sigur Jógvan á Lakjuni
Spurdur, hvørt hann ikki bara eigur at fylgja sakkunnleikanum á økinum, sigur Jógvan á Lakjuni, at nógv samfelagsatlit eru í málinum.
- Tí ætli eg mær at hoyra allar partar, sigur landsstýrismaðurin.

Estetiskur skaði
Í sínum tilmæli, ið er grunda á ummæli frá Fornminnissavninum, vísir Fornminnisnevndin á, at umhvørvið við Tinganes longu er munandi skemt, nú Norrøna hevur fingið atløgupláss í innasta partinum at havnini.
Fornminnisnevndin vísir á, at skemdin er styrkt av høga terminalbygninginum, sum er settur upp við atløguplássið. Og nevndin metir, at bæði bygningur og skip, orsaka støddini, als ikki sampakka við tey estetisku og landlagsligu atlit, sum eiga at verða tikin at tí søguliga umhvørvi, sum er í hesum parti av Havnini. Nevndin er ónøgd við, at útsýnið millum Skansan og Tinganes, tvey av týdningarmestu fornminnum í Føroyum, verður forðað.
Og harumframt vil eitt atløgupláss til Smyril við síðuna av Norrønu endaliga forkoma teimum estetisku og landslagsligu atlitunum, sum tikin eiga at verða kring tað søguliga umhvørvið.

Eingin skaði
Í heyst kom Tórshavnar Havn við eini frágreiðing, ið skuldi lýsa viðurskiftini, um ein atløgubryggja varð gjørd til Smyril við síðuna av atløgubryggjuni til Norrønu.
Í frágreiðingini verður staðfest, at sambært galdandi ferðaætlanum verða tað tveir dagar um vikuna, har Norrøna og Smyril koma at vera á Havnini í senn.
Frágreiðingin staðfestir, at tað er eingin varandi loysn at lata Smyril liggja á øðrum stað enn inni á Bursatanga, millum annað orsakað av herdu krøvunum frá IMO til skip og havnir. Tí er tað einasta rætta at gera nýtt atløgupláss til Smyril við síðuna av atløguplássinum til Norrønu.
Og niðurstøðan í hesi frágreiðing, sum millum annað byggir á eina frágreiðing frá norsku ráðgevingarfyritøkuni Statkraft Grøner, er, at arbeiðið kann gerast á tryggan hátt, soleiðis at fornminnini ikki taka skaða, og at umhvørvið í økinum ikki líður nakran skaða.
Stórur skaði
Fornminnisnevndin sigur í sínum tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum, at spreinging í samband við eina møguliga dýping av økinum við Tinganes, hevur vanda við sær, at eingin kann veita trygd fyri, at skaði ikki hendur, og at hendur skaði kann vera óbøtandi.
Harumframt metir Fornminnisnevndin ikki, at umstøðurnar at leggja so stór skip innast í havnini er álítandi, og vísir til óhappið hjá Norrønu herfyri. Nevndin sigur í sínum tilmæli, at ein samsvarandi vanlukka á Tinganesi kann væl hugsast at elva til óbøtaligan skaða á fornminnini har.
Fornminnisnevndin er av tí áskoðan, at ætlaðu havnaútbyggingarnar ikki virða tey mentanarsøguligu og friðingarverdu áhugamálini, ið knýtt eru at Tinganesi.