Hvar gongur leiðin. Hvar er landsstýrið á veg við fólkinum?

Tak kennist sum ein djúp gjógv er ímillum fólkið og samgongupolitikarar.

 

? Tað er ein veruleiki, at Føroya Landsstýri stevnir okkara landi út úr ríkisfelagsskapinum.

Løgtingið (samgonguflokkarnir), hava samtykt eina loysingarætlan, sum skal enda í 2012.

? Tað er ein veruleiki, at landsstýrið og samgongan eru til reiðar at avreiða felags ríkisborgararættin hjá føroyingum.

? Tað er ein veruleiki, at um ein góðan mánaða skerja landsstýrið og samgongan ríkisveitingina við umleið 400 mió. krónum beinanvegin. Hetta er bert fyrsta stigið í ætlan landsstýrisins.

20 vælferðarsamfeløg

Føroyar eru eitt av 20 vælferðarsamfeløgum í øllum heiminum. Føroyar eru við fullari ferð á veg úr hesum exklusiva klubba av vælferðarsamfeløgum.

Hetta hevur sjálvandi sera álvarsligar og víttfevnandi fylgjur við sær, fyri hvønn einasta føroying og alt tað føroyska samfelagið.

Tað er forkastiligt, at Føroya fólk ikki hevur fingið møguleikan at taka støðu fyri ella ímóti hesi ætlan. Landsstýrið er jú lopið frá lyftunum um, at alt skuldi leggjast fyri Føroya fólk til fólkaatkvøðu, áðrenn nakað stig varð tikið. Landsstýrið er lopið frá lyftunum um demokratiska gongd.

Tað er ein sannroynd, at føroyskir politikarar hava sett uppá spæl trygdina hjá ungum sum hjá eldri í Føroyum.

Ein sannroynd er tað eisini, at politikarar, sum standa aftanfyri loysingarætlanina, ikki vilja viðurkenna, at avleiðingarnar koma at kosta vælferðina, og koma at kennast inní hvønn krók í landinum.

Tað kennist sum at ein djúp gjógv er ímillum samgongupolitikarar og Føroya fólk.

Á fólkatingsvalinum týsdagin hevur Føroya fólk møguleikan at siga frá síni erligu støðu.