Hvar fór Javnaðarflokkurin?

-

Seinastu tíðina hava vit hoyrt úttalilsir frá javnaðarumboðunum á tingi, sum liggja langt frá tí, ið sagt varð til seinasta val. Hugaligt var undan valinum at uppliva, hvussu Javnaðarflokkurin sýntist at vera ein flokkur, sum tordi at taka ábyrgd og sum vildi arbeiða fyri, at í Føroyum skulu vit føroyingar ikki bara ráða, men eisini hava ábyrgd. Og vit skuldu klára okkum sjálvi í okkara egna landi.


Nú vent í holuni

Aftaná orðaskiftið seinastu dagarnar kunnu vit m.a. draga samanum soleiðis:

-umboð Javnaðarfloksins vilja fyri ein og hvønn prís standa innan fyri ríkisfelagsskapin,

- ræðumyndir um hungur og hall hava verið brúktar ímóti fullveldisætlanini,

- javnaðarfólk gera gjøldur burturúr eini føroyskari flaggstong í New York

- næstu ættarlið skulu avgera, um Føroyar skulu klára seg sjálvar

- viljin til sjálvbjargni hevur verið skýrdur sum »forfængelighed«.


Hetta er skelkandi

Hvar eru teir menninir, sum vóru menn áðrenn valið?

Hvar er tað sum er broytt so nógv?

Hví vil Javnaðarflokkurin ikki kanna, hvussu ein avtala við Danmark kann fáast at síggja út, uttan at blaka seg skerflatan innan fyri ríkisfelagsskapin, áðrenn farið verður til tingingar???

Eg veit væl, at sjálvstýrisuppskotið hjá flokkinum hevur nógvar góðar málsetningar, men her gongur ikki saman, samanborið við tað, sum nú verður sagt.

Eg fati tað soleiðis, at tit vilja bæði blása og hava mjøl í munninum, tí tit siga tykkum arbeiða fram ímóti einum sjálvstøðugum landi, men blokkurin skal helst ikki minkast fyrr enn tað flýtir yvir av pengum alla aðrastaðni, og tað verður ongantíð, um alt annað skal koma fyrst.

Tað er skeivt at Javnaðarflokkinum at geva seg soleiðis upp fyri skutil.

Gardar Joensen