Hvar eru føroysku flokkarnir á Fólkatingi?

Ein tann innhaldsríkasta heimasíðan í danska ríkinum er tann hjá Fólkatinginum, ft.dk. Har kanst tú finna so at siga alt, sum hevur við politikk her um leið at gera. Men ein viðkomandi upplýsing manglar. Í yvirlitinum yvir teir politisku flokkar, sum eru umboðaðir í Fólkatinginum, eru hvørki føroyskir ella grønlendskir flokkar.

Tá tað snýr seg um føroysku og grønlendsku umboðanina, so verða teir fýra tinglimirnir úr útnorði nevndir, eins og tað verður greitt frá, at Fólkatingið hevur 179 limir, harav tveir eru valdir í Føroyum og tveir í Grønlandi. Men upplýsingar um flokkarnar, sum hesir limir umboða, mangla. Um donsku flokkarnar stendur ein rúgva at lesa.

Var skipanin fullfíggjað, so átti tað í løtuni at verið upplýsingar um Javnarðarflokkin, sum fólkatingslimurin Sjúrður Skaale umboðar, Sambandsflokkin, sum Edmund Joensen umboðar og so Inuit Ataqatigiit og Siumut, sum grønlendsku limirnir umboða.

Grønlendski fjølmiðilin Sermitsiaq hevur víst á hesa støðu, og so fáa vit at síggja, um føroysku og grønlendsku flokkarnir sleppa upp í part sum frá líður.

Flokksyvirlitið hjá ft.dk:

www.ft.dk/Demokrati/Partier/PartiOversigt.aspx

Kelda: Sermitsiaq.ag