Havt verður sagt
Undir viðgerðini av fíggjarætlanini fyri 2002 sigur ein tinglimur hjá loysingarflokkunum, at heimastýrislógin og ískoyti úr Danmark hevði alla ábyrgduna av kreppuni fyrst í níti árinum. Sama umboð sigur so, hygg hvussu gott tað gongur ídag, nú vit hava stýrt síðani 1998.
Sannleikin
Hvat er so verðuleikin, jú, samgonguflokkarnir hava stýrt síðani 1998 undir heimastýrislógini uttan broytingar og við vaksandi ískoyti frá Danmark. Vælsignaðir loysingarflokkar, hvar er trupuleikin?
Ábyrgd
At politikarar í loysingarflokkunum liva í einum so fjarum verðuleika, at tey koma sær at siga við palliba, at vi minni fíggjarorku fáa vit meira vælferð, tá má alt sum eitur ábyrgd vera fána burtur úr teirra hugaheimi.