Henda dagin sóðu øll havnarfólk tíðindini, eina armadu av bátum og motorbátum við sluppini Jóhannu við fullum seglum á odda, og fylgdir av motorbátum í Havn, koma siglandi niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð og stevna beint inn móti bátabrúgvunum á Vestaruvág.
Vit høvdu hoyrt tíðindini um, at suðringarnir skuldu koma, hetta vóru bátar úr Vági, men við vóru eisini fólk aðrastaði frá í Suðuri.
Tíggju grindabátar við árum og seglum og ein deksbátur løgdu at her. Tó legði Jóhanna at við Bursatanga á Eystaruvág.
Tað var ikki sørt, at vit hundraðtals fólk úr Havn, sum stóðu við Effersøes Bryggju, sum er fyrsta atløgubryggjan í Føroyum, vóru rørd at síggja henda flotta flota við umleið 120 fólkum úr Suðuri leggja at her at heiðra okkum.
Tórshavnar Býráð við Heðini Mortensen á odda høvdu gjørt eina stórfingna móttøku við limum í Havnar Harmonikufelag, sum spældi sjómannsangir, og Heðin helt eina frálíka móttøkurøðu suðringum til heiðurs, har hann bjóðaði teimum vælkomnum.
Hann nevndi í røðuni um framtakshuga suðuroyinga og teirra kosmopolitiska hugalag, áðrenn vit norðanfyri høvdu fingið medvit um hesi viðurskifti.
Eisini nevndi hann suðuroyingin, sum fekk í lag at gera bryggjuna, sum vit stóðu á, nevniliga navnframi Rasmus Effersøe, sum nú stendur sum standmynd á Tinghúsvøllinum.
Aftan á hesa løtu á bryggjuni bjóðaði býráðið til døgurða í »Reinsarínum«, og er hetta ein gestus, sum bert verður tilegnað heiðursgestum – og soleiðis føldu vit øll, sum vóru á bryggjuni henda dagin, at hetta var ein heiðursløta.
- Sjónvarp Føroya varnaðist ikki løtuna!
Meðan vit stóðu á bryggjuni og sóðu hesar tignarligu suðringarnar - teir nógvu í morreyðum troyggjum - var hildið, at hetta er ein sjón, sum Sjónvarp Føroya fór at fáa nógv burtur úr myndliga, tí helst er hetta flottasta løtan myndaliga, sum nakrantíð hevur verið á Vestaruvág og eisini var her møguleikin at fáa interwiev við fleiri ið her vóru, sum eg dugdi at síggja, fólk í øllum aldri. - Men gakk – Sjónvarp Føroya sá ikki tíðindini!
Vit kunnu undrast á, at sjónvarpið so ofta »gloymir« føroyskar hendingar og tíðindi, serliga, um hesar hava við okkurt at gera, sum ikki hevur focus í Havn.
Undantikið eru tó festivalarnir, men, men, lívið er annað enn festivalar, tónleikur og ítróttur.
Í parantes skal nevnast, at vit eru øll sera fegin um tann dekning, sum sjónvarpið gevur av festivalum, tónleiki og ítrótti.
Men vit gjalda øll Sjónvarpið og tað snýr seg um tíggjutals milliónir. Vit mugu kunna krevja eitt ávíst støði og nøgd av føroyskum sendingum, tað kann ikki vera rætt, at næstan allar sendingarnar eru frá DR1, DR2 og TV2.
Henda løtan á bryggjuni hjá Rasmus Effersøe var ein hending, sum kastaði ljósið á eina farna tíð og sum so er hon ein livandi mynd av varðveitingarmentan, sum her var framførd fyri okkum, eitt livandi fornminnissavn. - Sjónvarp Føroya sá ikki søguna!
Eg veit væl, at tit í SVF nú helst fara at siga, at tit hava ikki orkuna til slíka sending, hertil er at siga, at tit skulu hava orkuna til slíkar sendingar um tað er ein lítil eldsál í tykkum, tí vit eiga altíð at gera okkara besta.
Rættast hevði verið, um tit fóru til Vágs við kameraum og allari badugliuni at ævigtgera hendingina, tá ið bátarnir fóru og fylgdu teimum til Skálavíkar, har teir løgdu inn og vóru stórfagnaðir av bygdarfólkinum har við óførum blíðskapi, og síðani til Havnar – tað hevði verið ein sending! – Men tíverri sá SVF heldur ikki henda møguleika!
Dagur og vika mánadagin eftir vísti í endanum av sendingini eitt lítið pipp við sjáldsama vánaligum myndum, sum vóru skandaløst redigeraðar (harmonikumusikkurin hevði fingið ein raptus) – onki at bjóða fólki, betur var um onki innslag var, heldur enn hetta neyðareggið – Eisini her vísti SVF sína ómegn!
PS.
Tað er ikki meiningin við hesum kritikki av SVF, at útspilla ella taka mótið frá nøkrum, men at eggja SVF vinarliga, at gera sítt besta.