Hallbjørg Lamhauge
-----
Í vár samtykti løgtingið, at frá 1. januar 2013 verða forsorgarveitingar ikki longur roknaðar eftir tørvi hjá tí einstaka, men verða fastar bruttoveitingar, har upphæddin verður treytað av aldri, forsyrgjaraskyldu, og um tey eru sambúgvandi ella búgva einsamøll.
Alt gott um tað, men upphæddirnar sum ásettar eru í broytingini viðføra eina ógvusliga lækking í veiting fyri flestøll, sum fáa forsorgarveiting.
Broytingin merkir tildømis, at ein stakur persónur undir 25 ár fær umleið kr. 4.760 aftaná skatt í forsorgarveiting.
Er sami persónur búsitandi hjá foreldrum sínum er veitingin umleið kr. 1.669 aftaná skatt.
Støðan er ikki stórt betri fyri tey, sum eru eldri enn 25 ár.
Veitingin til tey sambúgvandi er tá kr. 4.760 krónur um mánaðin, og tey sum búgva einsamøll fáa kr. 6.880 at liva fyri um mánaðin, tá ið skatturin er farin av.
Av hesum upphæddum skal hesin persónur uppihalda sær við mati, klæðum, húsaleigu, olju umframt øllum øðrum vanligum útreiðslum til forbrúk.
Við tí kostnaðarstøði og teimum bústaðarútreiðslum, sum vit hava í dag, fara hesi fólkini ikki at hava til dagin og vegin.
Í løtuni eru tað umleið 300 fólk í Havn, ið fáa forsorgarveiting, og longu frá 1. januar 2013 blíva hesi fólk munandi rakt av lógarbroytingini.
Spurningurin er hvussu vit kunnu lofta øllum hesum persónum, soleiðis at teimum verður lív laga, og at tey kunnu trívast í kommununi.
Eg vil virkað fyri, at Tórshavnar kommuna verður ein vælferðarkommuna, har allir borgarar kunnu liva í trivnaði og undir góðum og tryggum korum.
Alneyðugt er at gera nakað við hesi viðurskifti, um hesi fólkini ikki skulu flyta av landinum.
Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg
Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga