Hvar bleiv hesin maðurin av?

Finn Normann Christensen kom í 1995 til Føroya at verða leiðari fyri miðfyrisitingina. Hvar er Norman Christensen nú, og hvat tekst hann við? Rás2 tosar við hann í morgun Tað eru liðin meira enn 10 ár, síðani Finn Norman Christensen fór úr Føroyum, eftir at hann hevði staðið á odda fyri bygnaðarbroytingum í miðfyrisitingini.

Morgunsendingin á Rás 2 fer í morgun at tosa við danska embætismannin, sum spældi so týðandi leiklut í føroyska samfelagnum í eina tíð. Normann Christensen verður millum annað spurdur um, hvussu hann upplivdi tíðina sum almennur persónur í Føroyum, hvussu hann hugsar um tíðina nú, og hvat hann tekst við í dag.

Eftir klokkan 11 verður Jonhard Mikkelsen gestur á rásini.

Morgunsendingin á Rás 2 verður send frá klokkan 9 til 12.