Hvalurin fór í luftina

Ein 17 metrar langur og 50 tons tungur avgustur sprongdist mitt á gøtuni í Taiwan City.

Avgusturin varð funnin deyður á einari strond seinasta leygardag. Av tí at hetta var størsti hvalur, sum nakrantíð hevur gjørt landgongd á Taiwan, gjørdu myndugleikarnir av at flyta hann til eina rannsóknarstovu, so serfrøðingar kundu kanna hann.

Aftan á at hava baksast við tann 17 metrar langa og 50 tons tunga hvalin í trettan tímar eydnaðist tað at fáa hann upp á ein stóran lastbil við viðfestivogni, men júst sum bilurin var á veg ígjøgnum Taiwan City, sprongdist hvalurin.

Hvalurin var sum vera man fullur av gassi eftir at hava ligið deyður í fleiri dagar. Innvølurin bleiv slongdur um alla gøtuna, og sambært blaðnum Taiwan News var lukturin stak ringur.