Gisli Sveinbjørnsson, sum annars hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Royn, fer komandi kappingarár at royna seg í HB.
Hesum váttar spælarin sjálvur, og hann sigur fremstu orsøkina vera, at hann nú flytur til Havnar.
Í løtuni er talan um fyribils starv, sum eg havi, men frá 1. januar skal eg byrja í føstum starvi í Havn. Og fyri at gera tað eitt sindur lættari við fótbóltinum, so havi eg samstundis gjørt av, at eg nú fari at royna meg hjá einum av høvuðsstaðarfeløgunum. Eisini tí eg haldi tað vera spennandi, at eg nú skal royna at bíta meg fastan á einum liði í bestu deildini.
Spurdur, hví valið fall á HB, sigur Gisli, at tað fall honum nóg so náttúrligt.
- Eg havi áður havt Krzystof sum venjara (Í VB 2001), og tað dámdi mær væl. Eisini kenni eg Mortan og Milan hampuliga væl, eins og onkrar aðrar av spælarunum.
Umframt at spæla fótbólt í Hvalba, hevur Gisli eisini roynt seg í VB. Hann var sum dreingja- og unglingaspælari fastur fúsur á yngru landsliðunum hjá FSF, og tí er einki at ivast í, at tað er ein spælari við einum spennandi potentieli, sum HB við hesum hevur fingið í hópin.










