Føroyskar heimasíður eru í nátt álopnar av sýriskum teldusníkum, ið hava skift heimasíðurnar um við ein boðskap um sýriska borgarastríðið.
Boðskapurin frá teldusníkunum, ið kalla seg Q8Warrior er púra greiður.
- Fingrarnar vekk frá Sýria.
Millum heimasíðurnar, ið eru álopnar, eru heimasíðurnar hjá Hvalbiar og Vágs kommunu.
Politisk atgerðarstevna sum at loypa á heimasíður hjá felagsskapum, politiskum stovnum og øðrum, ið hava politiskt, fíggjarligt og hernaðarligt vald, ið eini roynd at fáa ein boðskap út til valdsharrarnar, er ikki eitt óvanligt tól hjá teldusníkum.
At loypa á heimasíðurnar hjá Hvalbiar og Vágs kommunu í samband við borgarastríðið í Sýria fær tó neyvan Putin, Obama, Merkel, Assad ella aðrar heimsleiðarar at umhugsa teirra leiklut í Sýria.