Í summar kemur drotningin til Føroya at vitja og hesa ferð skal hon vitja í Suðuroy, í Havn og í Sandoy. Drotningin kemur til Føroya við kongaskipinum, Dannebrog og hon steðgar her í tríggjar dagar, frá 13-16 juni.
Í Suðuroynni er eitt punkt á skránni hjá drotningini at vitja í Hvalba og í Sandvík, har hon skal steðga í einar tveir tímar mánadagin 13. juni, og tað eru tey longu farin at fyrireika seg til.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, sigur, at hann skal taka ímóti drotningini við Sambýli í Hvalba, og síðani verður farin inn í Sambýlið at heilsa upp á búfólki har.
- Tað er eftir ynski frá drotningini sjálvari, at hon sleppur at heilsa upp á búfólkið, sigur borgarstjórin.
Vitjanin í Sambýlinum tekur eitt korter, og síðani fer drotningin, og fylgi hennara, í Roynhøllina.
Er tað nakað, ið er sermerkt fyri hvalbingar, er tað koladriftin, og í Roynhøllini fara tey at seta eitt modell av eini kolaminu upp, so drotningin fær eina fatan av, hvussu hvalbingar arbeiða í kolinum, og har fer Eyðbjartur Skaalum at greiða henni frá, hvussu tað gekk fyri seg.
Hvalbingar hava eisini gjørt eitt fullfíggjað modell av Hellinum í Lítlu Dímun, sum teir brúktu at halda til í, tá ið teir vóru í oynni, og har fer Róin Schrøter at greiða frá um Lítlu Dímun og um umstøðurnar har.
Modellið hevur verið víst fram áður, bæði í Hvalba, í Havn og í Klaksvík, og har gongur sjón fyri søgn, hvussu trongligt teir høvdu tað, áðrenn teir bygdu sær hús í oynni.
Í Roynhøllini fær drotningin eisimi miðmála, áðrenn leiðin gongur til Sandvíkar, har hon skal síggja gomlu, friðaðu bóndahúsini í bygdini.
Steðgurin í Sandvík varar í eitt korter og har biðjur borgarstjórin so aftur drotningini farvæl, áðrenn hon fer upp á Tvøroyri.