Hvalakríggini, 1. Partur: Ein Nýggj Vón

Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd.

 

So skuldi tað verið komið uppá pláss, at hendan greinin altso fer at umrøða Sea Shepherd. Fólk elska at hata Sea Shepherd, og einki er betur, enn tá Sea Shepherd koma til Føroya, tí tá hava fólk almikið at knarra um – serstakliga á portalunum.

 

 

Her eru tríggjar genialar viðmerkingar frá fólki í sambandi við greinar um Sea Shepherd:

”Soleiðis,skal tað,verða.. Hattar er ein eftirlístur yvirgangsbólkur, sum eingi middul skýrða.. lívshættilslig...”, ”Vóna at Sea Shepherd ikki kjemur illa fyri? Eg hevði ynkst at báturin hjá teimun sakk og øll umborð doyðu. Vit Føroyingar eru so forbanna pil hamrandi býttir at vit lovaðu hetta at henda, og gera einki við tað” og ”Hvor styrir I Forum. SS”.

Eg haldi, eg í hesum førinum fari at víkja frá góðari akademiskari mannagongd við ikki at upplýsa heiti og dato á greinunum, har viðmerkingarnar eru at finna...

 

 

Nú hava so løgtingið og rættarnevndin syrgt fyri, at føroyingar enn einaferð hava fingið høvi at brokka seg um Sea Shepherd. Løgtingið og rættarnevndin hava nevniliga heitt á landsstýrið at smíða lógir, ið forða fyri, at ”umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum” (sitat frá broytingaruppskotinum hjá rættarnevndini). Uppskotið sjálvt nevnir altso ikki, at tað er júst Sea Shepherd, ið man vil fáa bilbukt við, men viðmerkingarnar hjá teimum seks tjóðveldisfólkunum til upprunaliga uppskotið til samtyktar gera tað sera greitt, at tað er nettupp Sea Shepherd, ið hevur framprovokerað hetta uppskot, og sum man harvið vil fáa bilbukt við, og tá man so haraftrat tekur hædd fyri, nær upprunaliga uppskotið er frá, so er greitt, at tað í den grad er eitt Sea Shepherd-relaterað uppskot. Upprunaliga uppskotið er nevniliga frá 12.september 2014, tvs góðar 2 vikur eftir nógv umrøddu grindina á Sandi, har fólk frá Sea Shepherd ”came between us and the whales”, fyri at sitera mín góða gamla koyrilærara frá eysturbýnum í Havn.

 

 

Ergo, er upprunaliga uppskotið ógvuliga sannlíkt gjørt í skundi og, helst eisini, í illsinni eftir Sea Shepherd provokatiónina á Sandi. Páll á Reynatúgvu man allarhelst hava hugsað eftir grindina á Sandi: ”Nei, nú er ovboðið. Nú fari eg í tingið at gera okkurt við hasi scumbags´ini”. Sjálvsagt kann tað eisini hava skundað nakað undir tilgongdina at fáa eitt slíkt uppskot í tingið, at eldri fólk, sambært grein hjá Hanusi Samró á heimasíðu Fólkafloksins, hava verið hjartans hjartkipt fyri aktivistunum í svørtu hettutroyggjunum, ið hava staðið við føroysku vegkantarnar í viku- og mánaðarvís, men tað er tó ósannlíkt, at hesi gomlu hava ávirkað Samró og hansara menn somikið nógv, at teir hava tikið sær um reiggj og langt um leingi eru farnir í hernað ímóti hvalahirðunum. Hví skuldu teir nú annars tað? Tí síðan nær hevur hendan BAH samgongan nakrantíð givið sær nevnivert far um tey veiku og hjálparsleysu í samfelagnum? Nei, helst man heilt einfalt vera rættari at staðfesta, at landsins politiska skipan við Tjóðveldi á odda ikki valdi at fara í hernað ímóti hvalahirðunum, fyrr enn hugagóðu hirðarnir av álvara loyptu øði í grindina við at traðka á heilaga jørð – á grindaboðsjørð á Sandi. Harumframt hevur tað neyvan skaðað popularitetin hjá Tjóðveldi, at hann sum fyrsti flokkur meldaði út, at hann vildi banna Sea Shepherd í Føroyum...

 

 

Jú, Sea Shepherd gera fólk ill, og fólksins øði skal eftir øllum at døma fáa avleiðingar fyri felagsskapin - so ella so. Spurningurin, sum stendur eftir, er, um tað er rætt at gera lógir, ella uppskot til lógir, í illsinni, og um slíkar illsinnisgjørdar lógir ikki bara raka øll onnur enn tey, hon av fyrstan tíð var ætlað at raka. Eitt lummafilosofiskt motto, sum í hesum sambandinum er vert at nevna, er: ”Do not make promises when you are happy” og ”do not make decisions when you are angry”. Altso, tak ikki avgerðir, tá tú ert illur. Orsøkin: Tí tú aloftast ikki ert førur fyri at taka eina skynsama og væl gjøgnumhugsaða avgerð, tá tú ert illur. Ein kann í hesum førinum passandi spyrja seg sjálvan, hvussu væleydnað amerikanska kríggið ímóti yvirgangi hevur verið - eitt kríggj, sum varð lýst í bráðskundi stutt eftir sorgarleikin tann 11.september 2001. Hava amerikanarir fingið tað burtur úr ”krígnum”, sum teir høvdu vónað at fáa burturúr, t.e. at steðga yvirgangi? Eg haldi, tey flestu eru her samd um, at svarið uppá hendan spurningin er eitt sera greitt ”nei”, og at tað í rættiliga stóran mun bara hevur gjørt lívið truplari hjá fólki sum heild.

 

 

Men hvat hevði verið rættast at gjørt post-9/11, sæð við amerikonskum brillum, um man beinanvegin ásannaði, at ”war on terror” ikki var rætti vegurin fram? Hetta er ein stórur spurningur, sum eg ikki fari at svara í hesari greinini, men greitt er, at taktikkurin, amerikanarir valdu, ein reaktivistiskur konservativur taktikkur, ikki var tann rætti. Sama kann sigast um framferðina hjá løgtinginum mótvegis Sea Shepherd. Eg havi longu nú sterkan varhuga av, at framferðin hjá løgtinginum í hesum málinum  ikki fer at fáa stórvegis jaligar fylgjur fyri føroyska samfelagið - kanska heldur tvørturímóti. Hvør veit? Kanska Sea Shepherd limir eru glaðir fyri, at teir nú eftir øllum at døma verða bannlýstir í Føroyum. Kanska teir nú fara at vísa fólki á, at hetta – tað reaktivistiska konservativa løgtingið – eru tær myrku kreftirnar, teir hava við at gera í stríðnum at bjarga hvalunum, og gera teir tað, kann væl hugsast, at teir fáa enn fleiri viðhaldsfólk úti í heimi, og at Føroyar verða enn meira kontroversiellar, enn tær eru beint nú. Sum sagt: Hvør veit? Tað kann eisini væl vera, at ”einhvør umtala er jalig umtala”-tesan fer at vera galdandi fyri Føroyar í hesum førinum, men eg loyvi mær stórliga at ivast og meti eisini, at skal man skaffa sær umtalu, so skal man ikki skaffa sær hana fyri einhvønn prís. Við øðrum orðum trúgvi eg, at løgtingið hevði gjørt skilabest við ikki at sett bannið mótvegis Sea Shepherd í verk.

 

 

Eg havi omanfyri víst á ein potentiellan vansa við at banna Sea Shepherd atgongd til Føroya og fari í næstu greinini (av trimum) at vísa á aðrar potientiellar vansar við ”Sea Shepherd uppskotinum”, sum løgtingið hevur samtykt, samstundis sum eg fari at kritisera aðra kontroversiella samtykt í tinginum, hetta fyri at lýsa hvagar vit potentielt eru á veg sum samfelag.